Limirnir í grønlendska Landstinginum vóru rættiliga hvassorðaðir, tá tingið fyrradagin hevði 2. viðgerð av uppskotinum til fíggjarlóg fyri næsta ár. Tað leikaði so hart á, at andstøðan kom við tveimum uppskotum um misálit - einum ímóti landsstýrismanninum í íbúðarmálum og eitt ímóti øllum landsstýrinum.
Men tá uppskotini komu til atkvøðugreiðslu, var andstøðan farin úr tingsalinum.
Andstøðan var misnøgd og vildi vera við, at tingformaðurin, Josef Motzfeldt, hevði broytt dagsskránna fyri at bjarga landsstýrinum undan misáliti, so nú vil andstøðan hava tingformannin frá.