Harðskapur á Asfalt

Tónleikafestivalurin Asfalt var í vikuskiftinum, og løgreglan hevði úr at gera við at halda skil á. Nógv ávirkað fólk gingu runt á gøtunum, og summi gjørdust óklár og fóru til hendurs. Nakrir ungir dreingir høvdu gingið runt og gjørt seg inn á ósek fólk

Nógv ung fólk vóru savnað í vikuskiftinum til tónleikatiltakið Asfalt. Í vikuskiftinum vóru nógv harðskapsmál, og í øllum málunum vóru menn ov ávirkaðir av rúsdrekka. Í onkrum føri vóru menn farnir til hendurs aftaná ósemju, og í nógvum førum høvdu ungir dreingir gjørt seg inn á ósek fólk uttan nakra orsøk.

Nógv rennarí
Av løgreglustøðini frætta vit, at nógv var at gera í vikuskiftinum, hóast einki sera álvarsligt hendi. Teir høvdu úr at gera við at fáa avdottin fólk til hús. Sjúkrabilurin kom fleiri ferðir eftir fólki, sum høvdu drukkið ov nógv.

Leygardagin var innbrot gjørt í Cippo. Ein kaggi av øl varð stolin, men fimtan minuttir eftir innbrotið, vórðu tjóvarnir tiknir av løgregluni. Onkur hevði sæð innbrotið og hevði boðað løgregluni frá. Tvey fólk eru ákærd fyri stuldur í málinum.

Gjørdi seg inn á tilvildarlig fólk
Náttina til leygardagin hevði ein ungur ávirkaður maður gjørt seg inn á trý tilvildarlig fólk. Maðurin hevði uttan orsøk lagt á tey. Maðurin er ákærdur fyri harðskap.

Náttina til sunnudagin var rok uttanfyri Cippo. Tveir vinnmenn vóru farnir til hendurs av eini hvørjari ósemju, men tá ið løgreglan kom á staðið, sissaðust teir. Einki meira verður gjørt við málið.

Ávirkaður maður bjargaður úr sjónum
Leygarnáttina var ein ávirkaður maður av egnum ávum dottin á sjógv við Kongabrúnna. Onkur hevði sæð hendingina og fekk bjargað manninum. Tá ið løgreglan kom á staðið, varð maðurin komin upp á turt.

Í Tróndargøtu høvdu nøkur ung fólk staðið og roykt. Onkur av teimum hevði koyrt eina sigarett í ein ruskposa, og tað kom eldur í posan. Løgreglan fekk sløkt eldin við pulvursløkjaranum, sum liggur í bilunum hjá løgregluni. Um løgreglan ikki hevði verið so skjót á staðnum, kundi eldurin havt gjørt stóran skaða.