5. mars lanseraði stóri altjóða felagsskapurin fyri mannarættindum, Amnesty International, eitt globalt, felags átak at koma harðskapi móti kvinnum til lívs. Føroyska deildin undir Amnesty International hevur í hesum sambandi fingið leiðaran í kvinnuhúsinum, Elin Reinert Planck, at hugleiða um evnið og seta hol á kjakið um ágang mótvegis kvinnum á ársaðalfundinum, sum verður hildin hóskvøldið 15. apríl á landsbókasavninum klokkan 19.30.
Vóna breiða undirtøku
Hóast Amnesty í Føroyum hevur umleið 550 limir, er uppmøtingin til aðalfundirnar ikki altíð eins góð, men í ár vónar forkvinna felagsskapsins Annika Sølvará, at fyrilesturin hjá leiðaranum í Kvinnuhúsinum kann draga fleiri til.
- Vit vóna, at fleiri limir vera til staðar hóskvøldið, nú Elin Reinert Planck heldur fyrilestur um tað átak, Amnesty International í løtuni hevur ovast á breddanum, og vit hava sent bræv til allar okkara limir, sigur Annika Sølvará.
Meiri tilfar um aðalfundin og um evnið viðvíkjandi harðskapi móti kvinnum er at finna á heimaíðuni www.amnesty.fo