Haraldssund:Tilboð uppá vegagerð latin upp

Gunnleiv Joensen hevði lægsta tilboðið uppá vegagerð í Haraldssundi, sum Kunoyar Kommuna bjóðaði út herfyri

 
Herfyri bjóðaði Kunoyar Kommuna út vegaarbeiðið Suðuri á Leiti í Haraldssundi. Arbeiði umfatar 230 metrar av vegi, 8 metur breiður uttan installatiónir í sambandi við nýtt íbúðarøki í bygdini. Tá arbeiðið er liðugt, verða fimm grundøki til sethús klár.
Í gjár vórðu tey trý innkomnu tilboðini latin upp, og vóru tey hesi:
Gunnleivur Joensen 376. 240, - kr
Byggifelagið Kanjon 465. 520, - kr
J & K Petersen 710. 040,- kr
Tilboðini eru uttan mvg.
Sámal Johannesen ið hevur projekterað arbeiðið, fer í næstum at gera innstilling til Kunoyar kommunu.