Harðskapsmál millum ungfólk meldað til løgregluna

- Her var ein rúgva av ungum fólki til steðar, og her vóru nógv vitni til hendingina, sigur løgreglan.

Um vikuskiftið fór eitt harðskapsmál fram í Havn, sum er meldað til løgregluna. 

 

- Talan er um eina hending, sum fór fram í Tórsgøtu. Her vóru nógv ungfólk savnað, øll undir 18 ár.

 

Løgreglan sigur, at ein persónur er meldaður fyri harðskap móti øðrum persóni, og hesin er skuldsettur í málinum.

 

- Her var ein rúgva av ungum fólki til steðar, og her vóru nógv vitni til hendingina, sum fór fram, sigur vaktleiðarin.

 

Arbeitt verður eisini við einum øðrum harðskapsmáli, sum er farið fram um dagarnar.

 

- Hetta málið verður nú kannað, sigur løgreglan, sum ikki upplýsti neyvari um hetta málið.