Mikkjal Thomassen, B36-venjari, var ikki serliga væl nøgdur um, at hansara menn tvær ferðir lótu HB skora eftir hornasparksstøður.
- Hatta var nakað, sum vit høvdu brúkt nógva tíð upp á í vikuni. Vit vita, at teir eru vandamiklir við hornaspark. Ikki minst tá Rasmus sparkar úr høgru. Og vit høvdu gjørt greiðar avtalur um, hvussu vit skuldu dekka upp, og hvussu allir menn skuldu flyta seg í slíkum støðum, men kortini skora teir, og so er tað keðiligt at taka til takkar við javnleikinum, helt Mikkjal Thomassen.
Merkir hesin javnleikurin, at B36 hóast alt er til reiðar at spæla við í dystinum móti teimum bestu?
- Vit fara ikki at rópa hart um, at vit skulu vera nummar eitt ella tvey. Tað hava vit umstøður til í løtuni. Men vit hava ein góðan hóp, sum kanska ikki er so breiður og dýrur sum hjá fleiri av hinum liðunum. Og vit vilja arbeiða knallhart fyri at fáa so góð úrslit, sum tað ber til at fáa. Men vit ætla okkum altso ikki at skapa nakað trýst móti okkum sjálvum við at rópa hart um nakran málsetning, staðfestir B36-venjarin.