Harmast mál og brotsspørk HB fekk kolldømd

(Frá Rás2) Liðskiparin hjá HB heldur, at teir skaptu nóg mikið til at vinna á EB/Streymi

- Vit skoraðu mál, sum blivu kolldømd, og vit áttu brotsspørk, sum blivu kolldømd. Liðskiparin hjá HB, Jóhan Troest Davidsen sá ikki tað sama, sum dómarin, tá HB við Margáir í Streymnesi tapti 0-1 ímóti EB/Streymi.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Jóhan Troest Davidsen.

 

Liðskiparin hjá HB staðfestir, at EB/Streymur arbeiddi væl, men tað er ikki lætt hjá nøkrum liði at vinna á einum mótstøðuliði, har 10 mans liggja langt afturi á vøllinum og verja.

 

Jóhan Troest Davidsen dylur ikki, at hann er sera vónbrotin um tað, sum hendi við Margáir í dag.