Harmast sparingar

Urd Johannesen, verkætlanarleiðari, harmast sparingar hjá Norðurlandaráðnum á mentanarøkinum


Eitt av endamálunum við at seta á stovn Kulturkontakt Nord var, at meir peningur skuldi fara til listarligar verkætlanir og minni til umsiting. Í løtuni letur stovnurin út við 35 milliónir krónur í listarligum stuðli, men stjórin Bergljót Jónsdóttir dylur ikki yvir, at tey kundi hugsað sær at havt meir pening at ráða yvir á hesum øki. 


Tað verður tó neyvan av nøkrum í bræði. Herfyri frættist nevniliga, at fimm prosent verða skavað av játtanini hjá Norðurlandaráðnum til mentan, fyri at lata meir pening til arbeiðið við altjóðagerð. Avgerðin kom so dátt við, at formaðurin í nevndini fyri mentan og útbúgving, Lars Wegendal, legði frá sær alt fyri eitt. 


Eisini Urd Jóhannesen harmast fráboðaðu sparingarnar, men vísir á, at hetta ikki nýtist at ávirka játtanina til stuðulsveitingar.

- Øll játtanin til mentan í Norðurlandaráðnum fer ikki til Kulturkontakt Nord, so vónandi koma sparingarnar ikki at raka virksemið við at stuðla mentanarsamstarvi og listaverkætlanum, sigur hon.

- Hinvegin haldi eg tað verða eitt sera keðiligt signal at senda út, at Norðurlandaráðið soleiðis velur at raðfesta mentan lægri enn onnur øki, sigur Urd Johannesen.