Harmast um at síggja blaðung fólk í býnum mitt um náttina

Vit síggja javnan børn í býnum, sum ikki áttu at gingið úti so seint, sigur løgreglan

Tríggjar ferðir hetta vikuskiftið hevur løgreglan tikið sær av blaðungum fólki mitt um náttina, sum tey halda, eru dekan ov ung at ganga úti mitt um máttina.

Talan er bæði um gentur og dreingir, sum ganga úti mitt um náttina, hóast tey ikki hava aldur til tað, og tað órógvar tey á løgregluni. Mitt í nátt kom løgreglan soleiðis fram á eina 13 ára gamlan ungdóm, sum var ávirkaður. Boð vórðu send eftir foreldrunum og í hesum føri fór tann ungi á Landssjúkrahúsið til kanningar, sigur løgreglan.

Eisini leygarnáttina kom løgreglan fram á ein ungan, sum var so ávirkað, at viðkomandi varð sendur á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Í nátt tók løgreglan eisini eitt prutl, har førarin varð ávirkaður. Eisini í hesum føri var talan um ein ungdóm undir 18 ár, so løgreglans setti seg í sambandi við foreldrini. Men í slíkum førum, sum hesum dømunum, skrivar løgreglan eisini eina sosiala frágreiðing, sum tað eitur, og hon verður send barnaverndina.

Í hesum sambandi heitir løgreglan á foreldur, ella tey, sum vara var børnum og ungum, um at fylgja við, hvat tey ungu havast at, og, hvussu seint tey eru úti um kvøldarnar.