Harmiligt um skipini fara

Vit hava roynt at hjálpt til við eini loysn, so skipini kunnu verða verandi á fjørðinum. Men tað ber ikki til at benda lógina, sigur Jóhan Dahl, løgtingsmaður

- Sunbeam fekk upprunaliga innflutningsloyvi í staðin fyri Roc Amadour. So tað snøggasta hevði verið, um fiskiloyvið varð flutt millum tey bæði skipini, so kundi avlops veiðiorkan verið flutt yvir á Sancy, um tað ber til sambært lógini.

Tað sigur Jóhan Dahl, partamaður hjá Bjørn Kalsø, og løgtingsmaður fyri Suðuroynna. Og sjálvandi vágbingur eisini.

Hann hevur verið við í málinum alla tíðina, og hevur roynt at gera sína ávirkan galdandi. Men hann viðgongur samstundis, at skal ein loysn finnast, so má hon finnast innan lógarinnar karmar. Tí tað ber ikki til at benda og snara lógina eftir vild.

- Mann hevur alla tíðina verið greiðir yvir, at Sancy var ov lítið skip til at kunna verða skift út við Sunbeam, eisini um Topas kom inn í myndina. Tað visti reiðaríið jú eisini framman undan, sigur Jóhan Dahl.

Hann viðgongur, at tað hevur verið ógvuliga trupult at finna eina loysn á hesum málinum, men hann heldur, eins og Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum, at tað átti at borið til sambært lógini, hjá fleiri reiðaríum at keypt veiðiloyvi frá einum skipi og síðani býtt hetta út á keypandi reiðaríini. Tað hevði skapt ein størri fleksibilitet í lógini.

Løgtingsmaðurin í Vági heldur, at helt reiðaríið fast við uppruna ætlanina við Roc Amadour, og heimilar lógin, at restorkan verður flutt yvir á Sancy, so kundu vágbingar fingið tvey góð skip fyri tey gomlu.

- Málið er ikki endaliga avgreitt enn, so vónandi ber til at finna eina skilagóða loysn, sum allir partar kunnu liva við, sigur Jóhan Dahl.