Ein harmonikusamanstoytur var á Marknagilsvegnum í Havn í morguntrafikkinum í morgun.
Tað var á vegamótinum Marknagilsvegurin/Landavegurin, at óhappið hendi.
Tríggir bilar fingu skaða í óhappinum. Teir báðir aftaru megnaðu ikki at steðga tíðs nokk, tá tann fremsti bilurin stegðaði. Fremsti bilførarin var so heppin, at krókurin aftan á bilinum tók meginpartin av samanstoytinum, so hann kundi koyra víðari eftir samanstoytin. Teir báðir aftaru bilarnir fingu somikið stóran skaða, at ein bilur frá brandstøðini mátti koma og flyta teir av vegnum.
Eingin fólkaskaði hendi í óhappinum.