Harold Pinter: At leita eftir sannleikanum

Enski sjónleikahøvundurin Harold Pinter fekk herfyri Nobel virðislønina í bókmentum. Hetta er røða hansara, ið varð borin fram á hátíðarhaldinum í Stokkhólmi í desember 2005.

Í 1958 skrivaði eg soleiðis: Eingi greið mørk eru millum tað veruliga og tað óveruliga, eiheldur millum tað sanna og tað ósanna. Eitt mál er ikki altíð annaðhvørt satt ella ósatt; tað kann vera bæði satt og ósatt.
Eg haldi, at hetta sjónarmiðið framvegis er skilagott og sigur nakað um veruleikan, sum hann vísir seg fyri okkum í listini. Tí standi eg sum rithøvundur við hesi orðini, men sum borgari fái eg ikki gjørt tað. Sum borgari í einum samfelagi noyðist eg at spyrja: Hvat er satt? Hvat er ósatt?
Sannleikin í einum sjónleiki er altíð skiftandi. Tú finnur hann ongantíð fult og heilt, men at leita eftir honum er tað avgerandi. Henda leitanin er tað, sum drívur verkið. Leitanin er tín skylda. Oftari enn ikki snávur tú um sannleikan í myrkri, rennur teg í hann, ella tú bara hómar eina mynd ella eitt skap, sum tykist at samsvara við sannleikan, stundum uttan at vita av tí sjálvur. Men tann veruligi sannleikin er, at í sjónleiki finst ongantíð eitt, sum er einasti sannleikin. Teir eru fleiri. Hesir sannleikar bjóða hvør øðrum av, víkja burtur hvør frá øðrum, lýsa hvønn annan, vísa hvørjum øðrum frá sær, arga hvønn annan, gera seg blindar hvør fyri øðrum. Viðhvørt heldur tú, at tú fært tikið um ein sannleika eina løtu, so rennur hann burtur millum fingrarnar á tær og er mistur.
Mangan eri eg spurdur, hvussu mínir sjónleikir verða til. Eg dugi ikki at siga tað. Heldur ikki dugi eg at taka saman um mínar leikir, men fái bara sagt, at hetta var tað, sum hendi. Hetta var tað, sum varð sagt. Hetta var tað, sum tey gjørdu.
Teir flestu av mínum leikum verða kveiktir av einari reglu, einum orði ella einari mynd. Tað er ein sjáldsom løta, tá ið tú skapar eitt mannalyndi ella fólk, sum undan hesi somu løtu ikki var til. Burtur úr tí koma herðindi, óvissa, viðhvørt yvirsjónir, sum kunnu koma sum skalvalop, ið ikki lata seg steðga. Høvundurin er í einari løgnari støðu. Onkursvegna vilja hesi fólkini ikki vita av honum. Tey gera mótstøðu, tey eru ring at fáast við, tað er ógjørligt at lýsa tey. Tað er heilt vist, at tú kanst ikki geva teimum boð. Tað verður sum eitt endaleyst spæl, kettan eftir músini, blindabukk, krógva og blunda. Men at enda sært tú, at tú hevur fólk úr kjøti og blóði millum tínar hendur, fólk við egnum vilja og egnum kenslum, gjørd burtur úr samansettum pørtum, sum tú ikki fært broytt, lumpað ella avlagað.
So orð og mál í listini eru og verða eitt ógvuliga fjølbroytt fyribrigdi, eitt kyksendi, ein trampolina, ein ísløgd tjørn, sum kann bresta undir tær, høvundanum, hvørja løtu. Men leitanin eftir sannleikanum kann ongantíð steðga. Hon kann ikki skúgvast til viks ella útsetast til eitt seinni høvi. Tú mást møta henni, á staðnum har sum tú ert.
Sjónleikur um politikk krevur heilt onnur fyrilit. Fyri alt í verðini má sleppast undan at prædika. Tað ræður um at vera uttanveltaður. Fólkini í leikinum mugu sleppa at anda, sum tey sjálv vilja. Høvundurin kann ikki binda tey og avmarka tey fyri at styðja upp undir síni egnu sjónarmið, sítt egna lyndi ella sínar egnu fordómar. Hann má vera til reiðar at nærkast teimum úr nógvum ymiskum heraðshornum, frá einum fullum og óforðaðum vavi av sjónarmiðum, gera tey bilsin viðhvørt kanska, men samstundis geva teimum frælsi til at ganga egnar leiðir. Hetta eydnast ikki altíð. Og politiskt speisemi skal sjálvandi vera púra óbundið av slíkum reglum og gera beint tað øvugta, sum er sjálv endamálið í tílíkum leiki.
Politiskur málburður, soleiðis sum politikkarar brúka hann, hættar sær ikki inn á hesi øki, av tí at flestu poltikkarar, sum tað sýnist fyri okkum, hava áhuga ikki í sannleikanum, men í valdinum og hvussu hetta vald kann verða varðveitt. Fyri at valdið skal kunna varðveitast, er tað umráðandi, at fólk vita sum minst, at tey liva óvitandi um sannleikan, sjálvt sannleikan um teirra egna lív. Tað, sum er uttan um okkum, er av tí sama ein vavstur av lygnum, sum vit liva av.
Sum hvør einstakur her veit, so var grundgevingin fyri at herseta Irak, at Saddam Hussein hevði eitt ómetaliga vandamikið tal av hópoyingarvápnum, summi teirra soleiðis útgjørd, at tey kundu verða skotin innan fyri 45 minuttir og hava ræðuligar oyðingar við sær. Vit vórðu vissað um, at hetta var satt. Tað var ikki satt. Vit fingu at vita, at Irak hevði samband við al Qaida og hevði medábyrgd av níðingsgerðini í New York tann 11. september 2001. Vit vórðu vissað um, at hetta var satt. Tað var ikki satt. Vit fingu at vita, at Irak hótti trygdina í heiminum. Vit vórðu vissað um, at hetta var satt. Tað var ikki satt.
Sannleikin er ein heilt annar. Sannleikin hevur við tað at gera, hvussu USA skilir sín leiklut í heiminum, og hvussu tað velur at geva síni fatan skap.
Ein og hvør veit, hvat hendi í Sovjetsamveldinum og Eysturevropa eftir seinna heimsbardaga: tann skipaði harðskapurin, teir umfatandi ræðuleikarnir, tann eirindarleysa kúganin av frælsari hugsan. Alt hetta er fult skjalprógvað og váttað.
Men mítt uppáhald her er tað, at brotsverkini hjá USA í hesum sama tíðarskeiði eru bara lættliga umtalað, tíansheldur skjalprógvað, tíansheldur viðgingin, tíansheldur viðurkend sum brotsverk yvirhøvur. Eg hugsi, at her er verk at fara undir, og at sannleikin hevur ein munandi týdning fyri støðuna í heiminum í dag.
Beinleiðis innrás í sjálvstøð­ugum londum hevur ongantíð verið vanliga framferðin hjá USA. Yvirhøvur hevur heldur verið valt tað, ið verður lýst sum lágorkusamanbrestir. Hetta merkir, at fólk í túsundatali doyggja, men meira líðandi enn um ein bumba varð slept niður yvir tey alt í einum. Tað merkir, at landsins hjarta verður eitrað, at ein illvøkstur verður settur við og kolubrandurin blómar. Tá ið fjøldin er spekt  ella bard til deyðis, sum er tað sama  og tínir egnu vinir, herurin og tær stóru fyritøkurnar, sita tryggir á valdinum, er tíð at ganga fram fyri myndatólini og boða frá, at fólkaræðið hevur vunnið. Hetta var orðalagið í uttanríkispolitikkinum hjá USA í teimum árum, sum eg vísi til.
Sorgarleikurin í Nicaragua var eitt ógvuliga týðandi mál. Eg havi valt at nevna tað her sum eitt máttmikið dømi um leiklutin, USA heldur seg hava í heiminum, bæði tá og nú.
Eg var sjálvur hjá á ein­um fundi á amerikansku sendi­stovuni í London seinast í 1980 árunum. Senatið í USA skuldi gera av, um meira peningur skuldi játtast til Contras herin í herferðini móti stjórnini í Nicaragua. Eg var limir í einari sendinevnd, sum tosaði vegna Nicaragua, men týdningarmesti limurin í nevndini var presturin, faðir John Metcalf. Leiðarin hjá amerikanska partinum var Raymond Seitz. John Metcalf segði: Eg eri prestur í einari sókn norðaliga í Nicaragua. Míni sóknarbørn bygdu ein skúla, ein heilsumiðstøð og eitt mentanarhús. Vit hava livað í friði. Fyri nøkrum mánaðum síðani gjørdi Contra herurin atsókn á bygdina. Teir løgdu alt í oyði: skúlan, heilsustøðina, mentanarhúsið. Teir neyðtóku sjúkrasystrar, lærarinnur, drupu læknar á andstyggiligasta hátt. Teir skikkaðu sær sum villmenni. Vit biðja tygum heita á stjórn tygara um at taka burtur sín stuðul til henda ræðuliga yvirgangin.
Raymond Seitz hevði gott orð á sær sum skilagóður, ábyrgadarfullur og væl mentaður maður. Hann hevði stóra virðing millum hægstu sendifólk. Hann lurtaði, tagdi og segði so í stórum álvara: Faðir, segði hann, latið meg siga tygum eitt. Í kríggi líða tey sakleysu altíð. Ein stirðnað tøgn legðist. Vit hugdu upp á hann. Hann blunkaði ikki við.
Jú, sakleys fólk líða altíð.
At enda segði onkur: Men í hesum føri eru tey sakleysu offur fyri ræðuligum yvirgangi, sum tygara stjórn stuðlar saman við mongum øðrum. Játtar samveldistingið Contra herinum meira pening verða fleiri líknandi ræðuleikar at fara fram. Er hetta ikki so? Er tá ikki tygara stjórn sek í at fremja dráp og oyðileggingar móti fólkinum í einum frælsum landi?
Seitz læt ikki við seg koma. Eg eri ikki samdur í, at tey nevndu fyribrigdini stuðla tygara sjónarmiðum.
Eg skal her minna á, at Reagan, forseti, um hesa tíðina hevði latið hesa yvirlýsing kunngera: Contra hermenninir eru moralskt at javnseta við fedrarnar, sum grundaðu okkara ríki.
USA stuðlaði tí harðrenda einaræðinum hjá Somaza í Nicaragua í meira enn 40 ár. Fólkið í Nicaragua við sandinistunum á odda setti hetta stýrið frá í 1979, ein ógloymandi fólkslig kollvelting.
Sandinistarnir vóru ikki full­komnir. Teir áttu ein góðan mun av hugmóð, og teirra teirra politisku hugsjónir vóru í fleiri førum ósambæriligar. Men teir vóru gløggir, skynsamir og væl siðaðir. Teir fóru und­ir at stovna eitt trygt, sømi­ligt, fjølflokkað samfelag. Deyða­revsing var avtikin. Fleiri hundraðtúsund blóðfátækir bøndur og bønarmenn sluppu aftur úr deyðum. Meira enn 100.000 familjur fingu skeyti upp á jørð. Tvey túsund skúlar vórðu bygdir. Eitt merkisvert átak fekk analfabetismuna í landinum niður á ein sjeyndapart. Ókeypis útbúgving varð sett á stovn og ókeypis heilsutænasta. Barnadeyðin var fingin niður við einum triðingi. Barnalamningur varð gjørd til einkis.
USA skírdi hesi tiltøk at vera marxistiska leninistiska niðurbróting. Í eygunum á ameri­kansku stjórnini var hetta eitt vandimikið fyridømi hjá øðrum. Fekk Nicaragua loyvi til at seta í verk grundreglur fyri samfelagsligum og fíggjarligum rættvísi, fekk tað loyvi til at hækka støðið fyri heilsurøkt og útbúgving og skapa sosiala eind og tjóðskaparliga sjálvsvirðing, so vildu grannalond seta somu spurningar og fara undir at gera tað sama.
Eg nevndi íáðni vavsturin av lygnum, sum er uttan um okkum. Reagan, forseti, kallaði alment Nicaragua fyri eitt einaræðisligt fangatippi. Hetta tóku fjølmiðlarnir yvirhøvur til sín sum ein beinrakin og rímilig staðfesting, og tað sama gjørdi fyri vist enska stjórnin. Men einki dømi var um deyðslið, meðan sandinistastjórnin sat. Einki dømi um píning varð skrásett. Einki dømi var um skipaðan ella almennan, hernaðarligan harðskap. Eingin prestur varð nakrantíð dripin í Nicaragua. Tríggir prestar vóru í stjórnini, tveir jesuittar og ein trúboðari. Einræðisliga fangatippið var tvørturímóti í grannalondunum El Salvador og Guatemala. USA hevði felt tað demokratiskt valda stýrið í Guatemala í 1954, og tað verður mett, at 200.000 fólk høvdu verið offur fyri skiftandi hernaðarstýrum.
Seks av navnframastu jesuittunum í heiminum vórðu herviliga fyribeindir, dripnir í miðamerikanska lærda háskúlanum í San Salvador í 1989 av eini Alcatl herdeild, ið hevði fingið venjing í Fort Benning í Georgia, USA. Hin ógvuliga djarvi erkabispurin Romero var myrdur, meðan hann hevði messu. Tað verður mett, at 75.000 fólk doyðu. Hví vórðu tey dripin? Tey vórðu dripin, tí tey hildu, at eitt frægari lív var gjørligt og mátti fáast í lag. Henda fatan teirra gjørdi, at tey alt fyri eitt vórðu markað sum kommunistar. Tey doyðu, tí tey tordu at ivast í verandi støðuni, ta endaleysu oyðimørkina av fátækradømi, sjúkum, mann­minking og kúging, sum hevði verið teirra kor, síðani tey komu í verðina.
USA fekk at enda felt sandi­nistastýrið. Tað kravdi fleiri ár, og mótstøðan varð hørð, men ein náðileys búskaparlig herferð og 30.000 deyð gjørdu umsíðir enda á dirvinum í nicaraguanska fólkinum. Tey vóru einaferð enn niðurundirkomin av møði og fátækradømi. Kosinohøllirnar fluttu aftur til landið. Liðugt var við ókeypis útbúgving og ókeypis heilsutænastu. Tær stóru fyritøkurnar komu aftur so tað munaði. Fólkaræði hevði vunnið.
Men hesin politikkur var á ongan hátt avmarkaður til Miðamerika. Hann varð førdur um allan heim. Hann fær ongan enda. Og tað tykist, sum er hetta ongantíð hent.
USA stuðlaði og í mongum førum kveikti hvørt høgrasinnað hernaðarligt einaræði í heiminum eftir seinna heimsbardaga. Eg vísi til Indonesia, Grikkaland, Uruguay, Brasilia, Paraguay, Haiti, Turkaland, Filipsoyggjar, Guatemala, El Salvador og sjálvandi Chile. Ræðuleikarnir, sum USA voldi í Chile, kunnu ongantíð verða reinsaðir og ongantíð verða fyrigivnir.
Fleiri hundrað túsund fólk doyðu í hesum londum. Fór tað soleiðis fram? Og kunnu tey øll setast í samband við amerikanska uttanríkispolitikkin? Svarið er jú, hetta fór fram soleiðis fram, og tey hava sam­band við uttanríkispolitikkin hjá USA. Men vit fást illa at trúgva tí.
Tað hendi ikki. Einki hendi nakrantíð. Sjálvt tá ið tað hendi, hendi tað ikki. Sama gjørdi. Tað hevði ongan áhuga. Brotsverkini hjá USA hava verið reglulig, støðug, meinsk, miskunnarleys, men í roynd og veru eru tey fá, sum hava borið hetta upp á mál. Ta viðurkenning eiga vit at lata USA. Tað hevur dugað á ein púra sakliga hátt at handfarið sítt vald um allan heimin, meðan tað samstundis hevur latið seg í grýluklæðir sum tann góða, altfevnandi megin. Tað er eitt framúrskarandi, næstan andborið og ómetaliga væleydnað slag av hypnosu.
Eg leggi hetta fram fyri tykkum at hugsa um: USA er uttan iva størsti sjónleikurin, sum til er. Harðligt, kenslusørt, forhánisligt og eirindaleyst kann tað vera, men tað er eisini ómetaliga dugnaligt. Sum ein sølumaður er tað á ferð, og tann besta søluvøran er sjálvgleðin. USA er ein vinnari. Hoyr allar amerikanskar forsetar í sjónvarpi siga orðini amerikanska fólkið, sum í hesum setningi: Eg sigi við amerikanska fólkið, at stundin er komin at biðja og at verja rættindini hjá amerikanska fólkinum, og eg heiti á ameri­kanska fólkið um at stuðla forseta teirra í teimum tiltøkum, hann fer at seta í verk til frama fyri amerikanska fólkið.
Hetta er ein skyggjandi lista­bragd. Mál verður brúkt til at halda hugsan frá sær. Orðini amerikanska fólkið gerast ein mjúkur koddi av trygd. Tú sleppur undan at hugsa. Legg teg bara afturá. Koddin fær kanska títt vit og títt kritiska skil at kódna, men tað er kenst ógvuliga hugaligt. Hetta er sjálvandi ikki galdandi fyri tær 40 milliónirnar av borgarum, sum liva undir fátækramarkinum og tær 2 milliónirnar av monnum og kvinnum, sum verða hildin fangar í tí stóra gulag av fanga­húsum um alt landið.
USA leggur einki í lágorku­samanbrestir longur. Tað sær onga meining longur í at avmarka seg ella ganga sniðgøtur. Tað leggur kortini á borðið uttan mannamun. Tað leggur líka í ST, altjóða lóg ella aðrar hugsanir, slíkt verður virt sum máttloysi og hildið at vera óviðkomandi. Og so hevur tað sitt egna jarmandi smálamb í hafti aftanfyri seg, tað neyðarsliga og dølska Stórabretland.
Hvat er hent okkara moralska viðkvæmi? Hava vit nakrantíð havt tað? Hevur tað nakað samband við eitt orð, sum næstan ikki verður brúkt longur  samvitsku? Eina samvitsku, sum ikki bara hevur at gera við okkara egnu gerðir, men eisini við okkara felags ábyrgd av gerðum hjá øðrum? Er alt hetta deytt? Hugsið um Gauntánamo. Fleiri hundrað fólk í varðhaldi í meira enn trý ár uttan at ákæra er reist ímóti teimum, uttan at tey koma fyri rættin og fáa løgfrøðiliga verju, lokað inni í óásetta tíð. Henda púra lógleysa skipanin verður hildin uppi ímóti øllum ásetingum í Geneve sáttmálanum. Tað verður ikki bara tolt, men neyvan tikið upp á tungu í tí, sum kallast alheimssamfelagið. Henda brotsliga valdsgerðin er sett í verk av einum landi, sum kallar seg leiðara av tí frælsa heiminum. Hugsa vit um tey, sum eru í Guantánamo? Hvat siga fjølmiðlarnir um tey? Onkuntíð sæst ein lítil stubbi tilvildarliga á síðu 6 í onkrum blaði. Tey eru slept upp á fjall í einum ongamannalandi, haðani tey kanska ongantíð koma aftur. Í løtuni eru nógv teirra farin í hungursverkfall og verða nú tvingsilsfóðrað, teirra millum eru bretskir statsborgarar. Einki putl og fjas er við hesum fóðringum. Einki sissandi ella doyvandi. Bara ein slanga stungin upp í nøsina og niður í hálsin. Tú spýrt blóð. Hetta er píning. Hvat hevur bretski uttanríkismálaráðharrin sagt um hetta? Einki. Hvat hevur bretski forsætismálaráðharrin sagt um hetta? Einki. Hví ikki? Tí USA hevur sagt: at finnast at okkara framferð í Guantánamo er ein óvinarlig gerð. Annaðhvørt eru tit við okkum ella ímóti okkum. So Blair heldur munn.
Innrásin í Irak var ein yvir­gangsgerð, eitt skommleyst dømi um statsyvirgang, sum vísti eina fullkomiliga vanvirðing fyri altjóða lógum. Innrásin var eitt sjálvráðið hernaðarátak sett í verk við eini røð av lygnum oman á lygnum og við umfatandi villleiðing av fjølmiðlunum og harvið av almenninginum. Eitt átak, sum skuldi útbyggja amerikanst hernaðarligt og búskaparligt eftirlit í Miðeystri, og sum  tá ið allar aðrar grundgevingar høvdu víst seg at vera ósannar  varð lýst sum ein frígering. Ein ótrúligt uppáhald hjá eini hernaðarmegi, ið hevur ábyrgdina av at drepa og løsta túsundir og túsundir av sakleysum fólkum.
Vit hava ført píning, tyssi­bumbur, reinsað uran, óteljandi tilvildarlig dráp, neyð, mann­minking og deyða til irakska fólki og kalla tað at geva Miðeystur frælsi og fólkaræði.
Hvussu nógv fólk mást tú drepa fyri at gera teg skikkaðan at verða skírdur hópdrápsmaður og krígsbrotsmaður? Eitthundrað túsund? Tað mátti verið iva­leyst, hevði eg hildið. Tí hevði tað verið rætt, at Bush og Blair vórðu settir fyri altjóða kríg­brotsmannadómstólin. Men Bush hevur dugað væl. Hann hevur ikki viðurkent dómstólin. Tí hevur hann ávarað um, at verður nakar amerikanskur hermaður ella politikkari førdur fram fyri dómara har, so sendir hann sínar marinarar. Men Blair hevur undirskrivað sáttmálan og kann tí verða rættarsøktur.
Deyði hevur í hesum sambandi ongan týdning. Bæði Bush og Blair seta deyðan til viks. Í minsta lagi 100.000 irakar vórðu dripnir av amerikanskum bumbum og rakettum, áðrenn irakiski uppreisturin tók seg upp. Hesi fólkini hava ongan týdning. Teirra deyði er ikki til. Tey eru tóm. Tey verða ikki so frægt sum skrásett at vera deyð. Vit fáast ikki við at telja lík, segði amerikanski herovastin Tommy Franks.
Tíðliga í innrásini varð ein mynd á framsíðuni av einum bretskum blaði, sum vísti Tony Blair mussa ein irakiskan smá­drong á kjálkan. Ein takksamur drongur, segði yvirskriftin. Nakrar fáar dagar eftir var ein søga og ein mynd longri inni í blaðnum, sum vísti ein annan fýra ára gamlan smádrong, hesin við ongum armum. Hansara familja varð sprongd í luftina av einari rakett. Hann var tann einasti, ið slapp undan við lívinum. Nær fái eg armarnar aftur? spurdi hann. Søgan varð slept. Tony Blair tók ikki henda dreingin upp í føvningin, hvørki hann ella nakað annað illa løstað barn, tíansheldur nakað bløðandi lík. Blóð er skitið. Tað dálkar skjúrtuna og slipsið, tá ið tú skal flyta fram eina álvarsliga røðu í sjónvarpinum. Teir 2000 deyðu amerikanarnir eru til ampa. Teir verða førdir heim til síni í myrkri. Jarðarferðir eru ikki ágangandi. Har er eingin vandi. Tey løstaðu rotna í sínum seingjum, summi restina av lívinum.
USA hevur nú 702 hernaðar­støðir um allan heimin í 132 londum við Svøríki sum einum heiðurligum undantaki. Vit vita ikki heilt, hvussu amerikanarnir komu seg hagar, men nú eru teir har.
USA eigur 8000 virknar kjarn­orkuspreingiløðingar. Tvey túsund eru settar til, til reiðar at verða skotnar út innan fyri eitt korter. Tað mennir nýggj kjarnorkuvápn, kallað bumbuskýlisbrótarar. Bretar, sum altíð vilja samstarva, ætla at skifta út teirra egnu Trident kjarnorkuløðingar. Hvørjum eru tær ætlaðar? Osama bin Laden? Tær? Mær? Joe Dokes? Kina? París? Hvør veit? Tað, sum vit vita, er at hesin barnsligi ørskapur  at eiga og kunna hótta við kjarnorkuvápnum  er hjartað sjálvt í amerikanskari politiskari hugsan. Vit skulu minnast á, at USA er í varandi hernaðarstøðu og vísir eingi tekin um at slaka og taka sær av løttum.
Nógv túsund, um ikki milliónir, av fólki í USA sjálvum eru hørm, vamlast við og skammast um tað, sum stjórn teirra ger, men sum støðan er, eru tey eingin savnað politisk megi  ikki enn. Men stúranin, ótryggleikin og óttin, sum vit síggja vaksa dag um dag í USA fer neyvan at minka.
Eg veit, at Bush, forseti, hevur nógvar ógvuliga dugnaligar røðuskrivarar, men eg hevði havt hug at bjóðað meg fram sjálvur. Eg skjóti upp hesa stuttu røðu, sum hann kundi hildið í sjónvarpi fyri allari tjóðini. Síggi hann fyri mær tignarligan, við væl greiddum hári, álvarsligan, dámligan, hjartaligan, ofta lokkandi, stundum við einum beiskum brosi, merkiliga dragandi, ein maður hjá monnum.
Guð er góður. Guð er stórur. Guð er góður. Mín guður er góður. Guðurin hjá bin Laden er óndur. Hansara guður er óndur. Guðurin hjá Saddam var óndur guður, men hann hevði ongan guð. Hann var eitt illmenni. Vit eru ikki illmenni. Vit høgga ikki høvdið av fólki. Vit trúgva upp á frælsi. Tað ger Guð eisini. Eg eri einki illmenni. Eg eri demokratiskt valdi leiðarin í einum frælsiselskandi fólkaræði. Vit fara virðiliga við teimum, sum verða sett í elektriska stólin. Vit fara virðiliga við teimum, sum fáa deyðssproytuna. Vit eru ein stór tjóð. Eg eri eingin einaræðisharri. Hann er. Eg eri einki ómenni. Hann er. Og hann er. Allir eru ómenni. Eg havi moralskan myndugleika. Síggja tit henda nevan? Hetta er mín moralski myndugleiki. Og gloymið tað ikki.
Lívið hjá einum rithøvundi er eitt ógvuliga erkvisið, næstan nakið virksemi. Tað eiga vit ikki at gráta um. Høvundurin ger sítt val og sleppur ikki undan tí. Men tað er rætt at siga, at hann er opin fyri øllum ættum, og summar ættir eru kaldar. Tú ert einsamallur og vágar nógv. Tú finnur einki skjól, onga verju  uttan so at tú lýgur  og gert tú tað, hevur tú sjálvandi bygt tína egnu verju, og ert  kundi verið sagt  vorðin politikari.
Eg trúgvi, at ímóti øllum líkind­um er ein óræddur, óvikandi og avgjørdur mentanarligur vilji sum samfelagsborgari at finna veruliga sannleikan í okkara lívi ein umráðandi skylda, ið liggur á okkum øllum. Hon er eitt krav. Er ikki hesin viljin partur av okkara politisku hugsjónum, hava vit onga vón um at kunna vinna aftur tað, sum er so nær við at gleppa okkum av hondum  mannasømd og mannasómi.
[email protected]

© The Nobel Foundation 2005