Koronufarsóttin og serliga handfaringin hjá Donald Trump, forseta, var eitt av høvuðsevnunum í sjónvarpskjakinum í nátt millum Mike Pence, varaforseta, og demokratiska varaforsetavalevnið, Kamalu Harris.
Eftir at orðstýrarin, Susan Page, sum stjórnar Washington-deildini hjá amerikanska blaðnum USA Today, legði fyri við at staðfesta, at Trump og kona hansara, Melania, eru smittað við covid-19, legði Harris eftir Pence og ákærdi varaforsetan og Trump fyri at hava miseydnast fullkomiliga við handfaringini av virusútbrotinum.
– Amerikanska fólkið hevur verið vitni til tað størsta svikið nakrantíð í søguni framt av eini amerikanskari stjórn, segði hon og vísti á teir umleið 210.000 amerikanararnar, sum eru deyðir av covid19.
Mike Pence vardi royndirnar hjá umsitingini at stríðast ímoti útbrotinum og nevndi avgerðina hjá Trump í januar um at seta í gildi tiltøk fyri ferðum úr Kina, sum tá var miðdepulin fyri farsóttini.
– Eg ynski, at amerikanska fólkið skal vita, at frá dag eitt hevur Trump forseti sett heilsuna hjá amerikanska fólkinum fremst, segði hann.
Men er beint øvugt, heldur Harris.
– Amerikanska fólkið hevur skula ofrað alt ov mikið vegna ódugnaskapin hjá hesi umsitingini, segði hon.
Búskapin vóru tey bæði heldur ikki samd um.
Mike Pence ákærdi Joe Biden fyri at stuðla skattahækkingum og fyri at vilja banna fracking – ein umstríddur háttur at framleiða olju uppá – sum er ein stórur ídnaður, sum hevur nógv fólk í starvi í svingstatinum Pennsylvania.
Men hesum afturvíst Harris.
– Joe Biden vil ikki hækka skattin hjá nøkrum, sum tjenar minni enn 400.000 dollarar um árið, og Joe Biden fer ikki at banna fracking. Hann hevur verið púra greiður á hesu øki, segði hon.
Sjónvarpskjakið, sum var á University of Utah í Salt Lake City, er einasta kjakið teirra millum.
Høvuðspersónarnir í valstríðnum, Donald Trump og Joe Biden, hava longu staðið andlit til andlits einaferð í sjónvarpskjaki. Tað skulu teir gera tvær ferðir afturat – 15. og 22. oktober.
/ritzau/