Nú sigur Daniel Radcliffe, sum vit allarhelst kenna best frá filmunum um Harry Potter, at hann vil skriva sína egnu skaldsøgu.
Tann 22 ára gamli Daniel Radcliffe, sum er kendur fyri sín leiklut í J.K. Rowlings søgunum um Harry Potter, hevur sjálvur ætlanir um at ganga í fótasporunum hjá J.K. Rowlings, og skriva sínar egnu søgur. Tað vita eb.dk og telegraph.co.uk.
- Eg royni at skriva í løtuni. Men eg veit ikki um eg dugi nógv væl, tí tá eg siti og skrivi, so eri eg ógvuliga kritiskur, og tað endar altíð við, at eg blaki tað burtur, sum eg júst havi skrivað, sigur hann við telegraph.co.uk.
Stjørnan hevur enn ikki greitt J.K. Rowlings frá sínum rithøvunda dreymum.
- Kanska eg skuldi sett meg í samband við hana, og fingið eitt sindur av hjálp, sigur Daniel Radcliffe.
Harry Potter serian hjá Rowlings, sum telur í alt sjey bøkur, hevur selt meira enn 450 milliónir eintøk kring heimin.