Fótbóltur
Var hepnið við oddaliðnum, soleiðis sum tað oftani er, so kundi Skála enn einaferð farið avstað við øllum í evstu løtu. Í seinastu sekundunum av teimum fimm minuttunum, sum dómarin hevði lagt afturat tíðini, varð innskifti Alexandur Johansen feldur í gjøgnumbrotsroynd á brotsteigarmarkinum. Slík fríspørk plaga at liggja væl fyri hjá Skála, sum hevur upp til fleiri serfrøðingar á økinum.
Men hesa ferð vóru marginalarnir ikki við oddaliðnum. Bólturin brast í múrin, og tá dómarin beint eftir bríkslaði dystin av, var stigamissurin vísur.
Óneyv innlegg
Hevði Skála soleiðis tikið stigið í evstu løtu, so hevði tað mest sum verið ov mikið fyri klaksvíkingarnar kring vøllin - sum enntá tóktust vera í undirtali mótvegis væl mannaða Skála-kórinum.
Tí fyri tað heilt nógva var ilt at síggja - ella fata - at KÍ í ár er eitt av botnliðunum í deildini. Frá fyrsta bríksli tóktust tað púrasta greitt, at hetta var ein dystur, sum heimaliðið vildi vinna. Teir arbeiddu knallhart á miðvøllinum, har Símun Joensen og Marek Wierzbicki fingu fatur á nógvum. Verjan riggaði væl við Eyðun og Harley á bakkunum, meðan Ove og Jan tóku sær av framherjunum hjá Skála. Og serliga tóktist liggja væl fyri at spæla upp í vinstru, har kviki Heðin á Lakjuni royndi seg við nøkrum góðum renningum í fyrra hálvleiki.
Tað gav eisini einstakar møguleikar, men veruligar opnar kjansir gjørdist talan ikki um. Eina mest tí seinasta innleggið aloftast var óneyvt. Eitt nú varð bólturin í einum trimum førum skotin av baklinjuni og í føvningin á málverjanum hjá Skála.
Fáir kontra-møguleikar
Skála sýndi hinvegin ikki so øgiliga nógv av tí spælinum, sum hevur ført teir heilt upp á tindin í ár. Press-spælið á miðvøllinum var ikki so eyðsýnt, sum tað plagar at vera. Kanska var Pauli nakað darvaður av skaðanum í lærkrikanum, sum hann hevur drigist við í ár, og í øllum førum var hansara leiklutur væl meira kontrollerandi, enn hann var tað hjá miðvøllarfelagnum, Nenad.
Tað gjørdi eisini, at tað sjáldan kom nakar veruligur dynamikkur í spælið hjá Skála. Meira tóktist tað, sum bíðaði liðið eftir avgerandi kontra-møguleikanum, har teir kundu fanga KÍ-verjuna tunna. Ein møguleiki, sum sera sjáldan kom, tí vertirnir vóru so disciplineraðir í spælskipanini, sum tað sjáldan er sæð hjá teimum í ár. Ikki minst dugdi Hjalgrím væl at detta aftur í borðini, tá kantarnir flutt seg upp.
Einstakar ferðir gjørdust gestirnir tó vandamiklir. Einar tvær ferðir var talan um stórar misskiljingar millum Ova og Meinhardt, og serliga tann eina av hesum kundi verið heilt vandamikil, soleiðis sum Meinhardt var á útferð í brotsteiginum.
Størsta møguleikan fekk Skála tó beint undan steðginum, og tað var samstundis ein áminning um, hvussu skjótir teir orangjulittu er at flyta seg niðaneftir. Tað var annars KÍ, sum við einum horna helt seg hava seinasta møguleikan undan steðginum. Men Nenad fangaði bóltin, og eini trý sekund seinni var Bjarni Jørgensen um at sleppa heilt leysur, men skotið gjørdist bæði skeivt og neyðarsligt.
Gjørdist rótut
Seinna hálvleik byrjaði Skála, har teir sleptu, og Meinhardt mátti alt fyri eitt sláa gott skot frá Bjarna uppum, men so líðandi gjørdist dysturin kanska meira intensur og spennandi, heldur enn væl spældur og undirhaldandi.
Ikki minst kom hetta av, at Skála nú hevði tipt vandamiklu vinstru síðuna hjá KÍ. Heðin slapp mest sum ikki at kapprenna við kantarnar, soleiðis sum hann hevði gjørt tað í fyrra. Samstundis helt KÍ framvegis fast í taktiska upplegginum. At vera væl skipaðir í verjupartinum. At geva tol, tá bólturin skuldi flytast niðan. Og so at gera skjótt av, tá møguleikin beyðst yvir kantarnar. Nakað sum kanska ikki gekk so væl, tá ein troyttur Kurt Mørkøre varð tikin út tíðliga í seinna hálvleiki.
Júst Kurt er kanska eitt kapittul fyri seg á liðnum hjá KÍ. Tað man standa øllum greitt, at hvørki formurin ella vektin í dag er í nær námind tí, sum talan var um í gullárinum, 1999. Men sálarliga hevur hann framvegis stóra ávirkan, og leikligi týdningurin skal heldur ikki undirmetast. Í øllum førum, so var hann millumstøð í nógvum av tí, sum KÍ skapti fyri steðgin, og tann parturin av spælinum, har álop byrjaðu við longum bóltum beint á áleypara, hvarv í øllum førum, tá Kurt var farin út.
KÍ á veg upp
Rótuta spælið, sum eyðkendi seinna hálvleik, gav sjálvsagdar ábendingar um, at talan væl kundi gerast um ein málleysan javnleik, og í øllum førum mundi tey flestu vænta, at fór nakað mál at koma, so skuldi hetta vera eftir tilvildarligan bólt av onkrum slag.
Tann bólturin kom ongantíð, tó at heimamenninir høvdu bóltin í kassanum ta einu ferðina. Men tá hevði bólturin verið av baklinjuni áðrenn, staðfesti linjuverjin.
Móti dystarenda, so vóru tó ábendingar á, at Skála kanska skuldi taka sigurin. Í øllum førum mest sum gavst KÍ at spæla, tá vísarin var farin um 90. At sjálvsálitið hjá einum botnliði ikki altíð er í topp, kom greitt til sjóndar, tá teir brádliga fullkomuliga góvust at spæla sítt egna spæl, men heldur bara lossaðu burtur. Tað gav Skála møguleikan at leggja eitt veruligt trýst á hesa seinastu løtuna. Eitt trýst, sum við bara eitt sindur av hepni kundi givið bonus.
Tað gjørdi tað so ikki, og tí minkaði leiðslan hjá Skála í oddinum. Men teir eru enn á odda, og so verður spennandi at vita, hvussu leikur fer, tá HB vitjar á Skála næsta vikuskifti. Ein dystur, sum væl kann vísa seg at hava stóra ávirkan, tá gullmerkini skulu plaserast.
Tey kann KÍ enn bara droyma um. Fyrst og fremst, so ræður nú um at venda tonkunum móti teimum báðum komandi uppgávunum móti VB og ÍF. Tveir avgjørdist lykladystir, sum kunnu lyfta KÍ langt burtur frá øllum niðurflytingarvanda og krepputosið.
Og verður avrikið og innsatsurin, sum tey vóru sunnudagin, so skal tað vera løgið, um KÍ ikki fær fulla úrtøku tær báðar ferðirnar.