Fyrrverandi filmsframleiðarin Harvey Weinstein er funnin sekur í kynsligum ágangi.
Tað veit Reuters at siga frá.
Samstundis hevur ein dómsnevnd í rættarmálinum í New York frídømt hann fyri enn eitt mál um kynsligan ágang, sum hann eisini varð skuldsettur fyri at hava framt.
Enn er avgerð ikki tikin um eina triðju neyðtøkuákæru.
Hetta er aðru ferð, at tvey av málunum eru viðgjørd í rættinum. Í februar 2020 varð Weinstein dømdur fyri neyðtøku og kynsligan ágang og fekk 23 ára fongsulsrevsing.
Tá varð Weinstein dømdur fyri at hava noytt ein fyrrverandi framleiðsluhjálpara at fremja oralt sex í 2006 og fyri at hava neyðtikið ein ungan sjónleikara í 2013.
Málið varð lýst av The Guardian sum "ein av størstu sigrunum í #MeToo tíðini".
Dómurin varð tó umstoyttur í apríl í fjør, tí vitni vórðu kallað inn undir rættarmálinum, sum sambært kærurættinum ikki høvdu verið fyri tí, sum Weinstein varð ákærdur fyri í málinum.
Umframt tey bæði málini er í afturlatna málinum ein onnur ákæra um, at Weinstein noyddi eina aðra kvinnu at fremja oralt sex í 2006 á einum hotelli á Manhattan.
Hóast dómurin er umstoyttur, er Weinstein framvegis í fongsli, tí hann er dømdur í einum øðrum neyðtøkumáli í Kalifornia.
Í tí førinum fekk hann 16 ára fongsulsrevsing.
Ein dómsnevnd í New York fann hann í dag sekan í at hava framt kynsligan ágang ímóti einum fyrrverandi framleiðsluhjálpara, men ikki sekan í at hava framt kynsligan ágang á ein ungan sjónleikara.
/Ritzau/