Størstu møguleikarnar at fáa Føroyar aftur í dystin leygardagin hevði Rógvi Jacobsen, sum tvær ferðir í fyrra hálvleiki varð spældur mest sum púrasta leysur móti ísraelska málinum.
Hvørga ferðina eydnaðist tó at senda bóltin í kassan, og sjálvur ásannaði Rógvi eisini, at hetta átti at kastað mál av sær.
- Sjálvandi skuldi eg skorað, og tað er keðligt, at tað ikki eydnaðist at fáa bóltin inn. Fyrru ferðina royni eg leggja bóltin yvir til vinstra beinið, men eg missi eitt fet, og so kemur málverjin ov nær. Og tað seinna haldi eg var bara hepni hjá málverjanum, sum forðaði fyri, at bólturin fór inn.
Hóast hann soleiðis iðraði seg um misnýttu møguleikarnar, so skerst ikki burtur, at Rógvi var millum teir allar bestu á føroyska liðnum. Ikki minst tí hann nú aftur fekk møguleikan sum sambinding millum miðvøll og álop.
- Tað er ein leiklutur, sum eg trívist sera væl í. Tað hevur eisini riggað væl, tá vit spæla 4-5-1. Ikki minst hjá mær, tí eg tá fái meira pláss, tá eg fari fram, heldur enn um eg liggi heilt frammi í eini 4-4-2. Talan verður ofta um gott pláss hjá mær at spæla á, tí hinir ivast, hvør skal taka meg, og tað vísir seg ofta sum ein fyrimunur.
Men er tað ikki eitt øgiliga stórt arbeiðsøki at hava, tá tú skalt vera bæði miðvallari og áleypari. Ikki minst, tá spælt verður í slíkum hita, sum tit gjørdu í gjár?
- Eg var eisini púrasta ferdigur móti endanum av dystinum. Talan verður um nógvar langar túrar, og serliga í einum slíkum dysti tekur tað ræðuliga nógva orku, helt hann.
- Hinvegin verður tað lættari, tá vit so hava eina so góða løtu, sum vit høvdu í fyrra hálvleiki. Tá verður meira spæl og minni rennarí, so á tann hátt hjálpir tað sera væl, tá vit fáa takið á dystinum, helt Rógvi Jacobsen at enda.