- Hatta er ikki sjálvmál

Tað sigur Tórður Thomsen, sum hevur droppað tvær ferðir móti KÍ í ár

Tórður Thomsen er noteraður fyri sjálvmál í 2-2 javnleikinum móti KÍ í gjár. Tað er í samband við 2-1 málið til KÍ, at dómarin hevur valt at skrivað málið – sum var ein brølari frá B36 máverjanum – sum eitt sjálvmál.

 

Til ber at síggja umrøddað málið við at trýsta á pílin á myndini

 

- Nei, eg haldi ikki at hatta er eitt sjálvmál, tí bólturin verður skotin upp á mál. Men eg leggi ikki í, hvat tað verður noterað sum, sigur Tórður Thomsen argur á málinum og leggurafturat:

 

- Tað er trupult at siga hvat hendi. Onkur skjýtur úr spískum, bólturin ferðast í luftini, og eg klári ikki at halda honum. Eg havi spælt tveir ringar dystir í ár og báðir hava verið móti KÍ, sigur Tórður Thomsen.

 

Les eisini: (Video) Her er samandrátturin frá KÍ-B36 2-2

 

Málverjin stórbjargaði í grannauppgerðini móti HB í farnu viku, tá Arnbjørn T. Hansen kom púra leysur móti málinum. So stutt er millum gleði og vónbrot hjá einum málverja.

 

- Soleiðis er lívið sum málmaður. Bjargingar eins og dropp koma og fara. Í ár tykist tað sum um, at eg havi eitt KÍ komplex, sigur Tórður Thomsen at enda.