Hattar var mønustingurin fyri Sandoynna

Álvaratos, hvat billa okkara polittikarar sær inn? Soleiðis kann man ikki manipulera við einari heilari oyggj í eitt heilt valskeið. Vit hava ikki hoyrt um annað enn at Undirsjóartunnilin verður veruleiki. Byrjast skal í 2008, og øll í oynni hava lagað seg eftir tí, og glett seg til at kunna koma skjótt og trygd til arbeiðis, altíð at hava atgongdi til eitt sjúkrahús, og til allar menniskjaligar facilitetir, júst sum onnur í Føroyum anno 2007

Tíðindi á middegi í dag: Mr. Laksafoss Himself, sigur at ikki eitt oyra verður játtað á fíggjarlógini til Sandoyartunnilin.

 

Hattar var tað hugsaði eg.

 

Álvaratos, hvat billa okkara polittikarar sær inn? Soleiðis kann man ikki manipulera við einari heilari oyggj í eitt heilt valskeið. Vit hava ikki hoyrt um annað enn at Undirsjóartunnilin verður veruleiki. Byrjast skal í 2008, og øll í oynni hava lagað seg eftir tí, og glett seg til at kunna koma skjótt og trygd til arbeiðis, altíð at hava atgongdi til eitt sjúkrahús, og til allar menniskjaligar facilitetir, júst sum onnur í Føroyum anno 2007.

 

Her hava ørgrynna av fólki keypt grundstykki, við tí fyri eyga, at varðveita arbeisplássið í Havnini (tað er jú har øll arbeiðsplássini eru), men tað byrjar at síggja svart út. Hvat gera vit so?? Jú vit eru fleiri, ið byrja at stinga í sekkin.

 

Vit eru hildin fyri ”turra spott”.

Tað eru fleiri, ið ikki orka at spilla 5 tímar dagliga í ferðing og bíðing , bert fyri at sleppa til arbeiðis. Vit eru útbrend, samstundis sum vit síggja, at um man býr aðrastaðni, ja so er alt nógv, nógv lættari. Allir hentleikar og faciliterir eru sera atkomuligir, tú setir teg bert í ein bil, júst tá tú vilt, ja so ert tú í Havnini. (Ein má jú til Havnar, tí har er alt).

 

Vit føla at vit eru hildin fyri ”turra spott”, av landsins hægstu, og tað er sera ræðandi, at eitt sokallað ”framkomið samfelag” heldur eina heila oyggj fyri gjøldur í eitt heilt valskeið. Eg sigi fyri meg, eg havi mist alt fyri Føroyum, at verða hildin soleiðis til rukku. Eg fari í skrivandi løtu ikki á val aftur, tí alt tykist so meiningleyst og líkamikið. Tað ger akkurát tað sama, hvat vit í Sandoynni velja, vit eru so smá, at vit altíð verða reyvin av samfelagnum. Eingin, solidaritetur tykist hómast frá hinum í Føroyum. Tey hava fingið sítt, so skít við restini…

Vit í Sandoynni gjalda jú eisini okkara part av t.d. Suðuroyar sjúkrahúsi, Studenta- og HF-skúlanum í Suðri, av Klaksvíkar sjúkrahúsi, Studentaskúlanum á Kambsdali, o.s.v., men tá talan var at onnur møguliga skuldu gjalda nakað av tunlinum til Sandoynna, nei tá var alt á gosi… Vit hava goldið til hini, uttan himpr í langa tíð, hví leika tey so í??? Harumframt hava vit í áravís góðtikið at skula á ”sightseeing” út í Hest á veg til arbeiðis, sjálvandi, tey í Hesti skulu jú eisini liva, hettar er okkara hugsunnarháttur.

Føroyar eru blivnar eitt hart land at búgva í, eitt land har bert verður hugsað um pengar. Sera, sera synd. Kanska royna vit í so nógv at líkjast Íslandi ella USA. Í mínari verð hava mannalagnur og mannavirði meira at siga enn ”mammon”. Tað góða gamla er við at fara, og tað er óføroyskt. Vit eru so smá, og vit royna at sýna okkum størri enn vit eru, og tað kostar hjá teimum smáu. Tað tykir mær tíðum, sum landið er blivið ein forrætning, ið bert skal ”placera” sínar pengar, har møgulleiki er fyri vinningi, og tað kann ikki vera rætt..

Við okkara annars frálíka løgmanni á odda, eru ognirnar seldar ríkmonnum fyir lítið og lætt, sum løgmaður fyrr plagdi at taka til: ”Arvasyllið” er farið. Og um vit í Sandoynni ikki nú fáa okkara part, ja so verður tað ongantíð. Landið hevur haft útsalg, og nærum alt er farið.., Vit standa á gáttini til at verða eitt valdømi, so vit eru faktiskt deyðadømd, uttan ein tunnil.. So rátt kann tað sigast…

 

Hægsta skattaprosent í landinum

Hóast vit slett ongar, ja yvirhøvir slett ongar facilitetir hava, ja so mugu vit gjalda meira enn onnur í hesum landi í skatti. Tað er uttan iva dýrast í verðini at búgva í Sandoynni. Bygdirnar Sand og Skopun hava hægsta skattaprosent í landinum. Og hvat fáa vit so fyri at gjalda 1-2000 kr. meira enn t.d. Havnarborgarar í skatti um mðr. Av somu løn?

 

Vit hava nærum null almenn arbeiðspláss. Ikki eina ítróttarhøll í oynni, her er snøkt sagt einki. Ikki ein einasta hægri skúla, ongan ordiligan svimjihyl, men vit hava eina ørgrynnu av ellisheimum. Sera nógv sigandi fyri okkara oyggj. Tað sigur alt.. Okkara ungdómar hava einki at takast til uttan fótbólt, uttandura í øllum veðri. Okkara børn verða forsømd, tí foreldur mugu vegna arbeiði í Havnini vera burtur frá sínum børnum frá klokkan 6 á morgni til klokkan 19.00 á kvøldi. Sera langir dagar.

Vit mangla lærarar, tí eingin vil koma suður á útoyggj at undirvísa. Hettar er jú Føroya stórsta útoyggj. Úrslitið verður at okkara børn verða ”býttari” enn hini í landinum. Feskasta dømi er 5 flokkur á Sandi, ið heldur til í einum gomlum posthúsi.. Verri støða, enn tá skúlin var bygdur í 18 hundrað og grønnkál. Her skal viðmerkjast, at eg einki vil taka frá okkara frálíku læraum, ið royna, tað er ikki teirra skuld. Eisini flyta tey lesandi av oynni sum 15 – 16 ára gomul norð til Havnar at ganga í skúla, vit foreldur mugu gjalda innivist og kost í dýra dómar. Vit síggja tey alloftast ongantíð aftur. Her er einki at koma aftur til.. Úrslitið: tey ið nema sær kunnleika, flyta burtur, meðan nøkur óútbúgvin ið velja at arbeiða í fiski, verða eftir her. .. Ræðandi…

 

 

”Vassaðu í lorti” umborð á Ternuni

Hvussu lítið verd vit í Sandoynni eru, sást tíðiliga mánadagin, tá vit máttu nærum ” vassa í lorti ”umborð á Ternuni. Tað er fantastiskt, at bjóða okkum tílíkt. Vit skuldu til arbeiðis, og sjálvandi sigldi Ternan, tí Teistin er í ólagi umleið helmingina av árinum. Jú vit máttu nærum vassa í lorti umborð, tí eitt kloakkrør var brotið.. Og hvat hendir, jú teir mugu taka Ternuna úr sigling og Teistin siglir aftur, neyvan liðugtgjørdur. Mær er fortalt at hesuferð var tað neyðútgerðin, ið var í ólagi. Allar teldurnar, ið skulu siga frá, tá okkurt álvarsligt er á vási vóru í ólagi. Men sama ger, tað ger einki, tað eru bara sandingar, ið eru umborð. Best at sleppa av við teir. Líka sum Dimmlætting segði um tingmann okkara: Betri fyri javnaðarflokkin um Gerhard ikki var. Ja, best hevði verið at fingið Sandoynna bumbaða av føroyakortinum.. Soleiðis føla vit okkum viðfarin her suðuri. Vit merkja tíðiliga, at vit eru nógv minni verd enn onnur í Føroyum. Ja, vit hava fatað boðskapin, men stutligt hevði verið at kannað, hvussu nógva tíð Teistin hevur siglt, og hvussu nógva tíð hann hevur verið í ólagi, síðan hann kom…

 

Vit eru tolnasta fólkaslag í heiminum, vit plaga ikki at grenja um nakað. Eg eri øvundsjúk inn á suðringar, ið fer eftir ferð tora at gera vart við misnøgd sína, og hygga teir nú. Teir hava eisini alt: Sjúkrahús, Miðnámsskúlar, sera flottar skúlar, ítróttarhallir, og almenn arbeiðsplássir, so tað forslær. Luksus-linara sum fergu, jú har er einki at fílast á.

Hugsið tykkum tankan um Ternan ein ”sjønnan morgun” mátti sigla fyri Smyril, vegna ólag.. Hvussu høvdu teir reagerað??

Men misskilji meg endiliga ikki, eg unni teimum alt teir hava fingið, og eg unni eisini norðingum og vágamonnum hjartaliga teirra undirsjóartunnil. Eisini Eysturoyggin fær mítt vælsignilsi til betri samband. Men eg kann ikki ”brúka” tað til nakað, tí sum tað sær út, so unnar eingin okkum nakað…

 

Laksáfoss, okkara mønustingur

Laksáfoss bleiv okkara svartasti polittikari, ja hann bleiv endin á Sandoynni.. Til seinast ein innilig áheitan á øll fólk í Sandoynni: Lat okkum ikki góðtaka, at verða viðfarin sum reyvin av samfelagnum:

 

Komið og standið saman, og krevji okkara rætt.

Vit eiga at hava somu rættindi sum onnur fólk á hesum klettum.

Okkara óskildigu børn skulu hava somu rættindi sum onnur børn í Føroym..

Vit eiga ikki at góðtaka, at hava nógv lægri inntøkur enn onnur í Føroyum

Okkara sjúku eiga at hava skjótt og trygt til sjúkrahús.

Okkara børn eiga at hava líka góðar útbúgvingarmøgulleikar sum hini.

Okkara børn eiga at sleppa til heilsugóðar ítróttarhallir.

Vit skulu ikki gjalda hægsta skatt í landinum fyri slett einki.

Okkara oyggj hevur einki fingið í fleiri valskeið.

Einki er nýtt til vegagerð, berghol og annað í Sandoynni..

 

Vit góðtaka ikki at vit gerast býttari og býttari, og eldri og eldri….

Vit góðtaka ikki Laksafoss…

Hattar er ov bíligt…’

Vit skulu hava Undirsjóartunnilin, nú….

 

Grát mín elskaða oyggj….

Vit hava einki fingið í av Føroya-køkuni í ”Upphitingar-tíðini”.

Um Sandoyartunnilin ikki eisini kemur undir bleyt virðir, ja so veit eg einki…

 

TAÐ ER SLETT EINGIN UPPHITING Í SANDOYNNI.

 

Um vit skulu bíða til tað verður kaldari, ja tá verður so kalt á Sandoynni, at hon er farin ”nedenom og hjem”. Eingin pulsur at føla. Tá mugu byggjast enn fleiri ellisheim í oynni.

 

Og dansurin gongur víðari norðanfyri…