FC Barcelona hevur lagt seg á odda í La Liga, eftir at Lionel Messi við hattriki í dag tryggjaði felagnum ein tryggan 3-0 sigur á Granada.
Barcelona var stórfavorittur at vinna dystin. Longu aftaná eitt korter var Barcelona á odda 2-0 við málum frá Lionel Messi. Í seinna hálvleiki økti Ballon d’Or favorittur hesa ferð til 3-0, meðan Neymar staðfestiu sigurin við máli til 4-0. Við sigrinum hevur Barcelona yvirhálað Atletico Madrid við einum stigi í oddinum í La Liga.
Í Madrid er spenningurin stórur undan dystinum í kvøld, millum Real Madrid og Deportivo La Coruna. Tað er nevniligva fyrstu ferð, at fyrrverandi stórspælarin á liðnum, Zinedine Zidane, stendur á odda sum venjari.
Hann tók, eftir at Rafael Benitez longu eftir sjey mánaðir fekk sparkið. Fyrrverandi franski landsliðsliðsskiparin er ein favorittur á áskoðaraplássunum í Santiago Bernabéu, sum er heimavøllurin hjá Real Madrid. Hann hevur frammanundan verið hjálparvenjari á besta liðnum undir Carlo Ancelotti, og verið venjari hjá eykaliðnum.