Haukar taptu tepurt fyri oddaliðnum

Haukar høvdu Val á knøunum í seinna hálvleiki, men Valur fekk høvdið fyri seg aftur

Natasja Hammer og liðfelagarnir í Haukum spældu í kvøld móti oddaliðnum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini, Vali á útivølli í kvøld.

 

Haukar høvdu Val á knøunum ta einu løtuna. Tá 40 minuttir vóru farnir var støðan 18-14 til Haukar. Men Valur fekk høvdið fyri seg aftur og vann ein tepran 27-26 sigur. 

 

Í steðginum vóru Haukar á odda 11-10. 

 

Haukar eru fjórðaftast í deildini við 10 stigum.