Ein samveldisdómari gav fríggjadagin stjórnini hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, boð um at steðga tilvildarligum kanningum av innflytaraum og handtøkum í sjey sýslum í Kalifornia, eitt nú í Los Angeles.
Tað er sambært fyribils fyriskipan, skrivar tíðindastovan Associated Press (AP).
Í síðstu viku stevndu fleiri tilflytarafelagsskapir, har teir ákærdu Trump-stjórnina fyri systematiskt at fara eftir fólki, sum ikki eru hvít í Suðurkalifornia.
Hesum afturvísir umsitingin.
Millum stevnararnir eru tríggir varðhaldsfongslaðir tilflytarar og tveir amerikanskir ríkisborgarar.
Fyribilsskipanin varð givin av dómaranum Maame E. Frimpong, meðan rættarmálið er í viðgerð.
Stevnarnir grundgeva við, at umsitingin brúkar tað, teir kalla grundlógarósambærligar hættir í innflytaraálopum.
Tilflytaraforsvararar hava ákært tilflytaramyndugleikarnar fyri at hava varðhaldsfongslað fólk orsakað av húðarliti, gera handtøkur uttan gyldug rættarboð og nokta fangum atgongd til løgfrøðiligan ráðgeva.
Seinni skal tað hava verið á einum varðhaldi í miðbýnum í Los Angeles.
Frimpong skrivar í skipanini, at tað, sum hon lýsir sum eitt fjall av prógvum, er lagt fram í málinum um, at samveldisstjórnin fremur tey brot, sum tey eru ákærd fyri.
Frimpong hevur eisini givið eini serstøk boð, sum bannar samveldisstjórnini í at avmarka atgongdina til advokatar á einum innflytaravarðhaldi í Los Angeles.
Hvítu Húsini svaraðu skjótt uppá boðini í morgun okkara tíð.
– Eingin samveldisdómari hevur heimild at diktera tilflytarapolitikk. Tann myndugleikin liggur hjá kongressini og forsetanum, sigur talskvinnan Abigail Jackson.
– Vit vænta, at hetta grova brotið á lógarheimildina verður rættað í kærumálinum, stendur í henni.
/Ritzau/