Í dag var tað Klaksvíkingur, sum vann kappingina millum 10-mannaførini. Í fínum líkindum á Skála var tað frágera góð reklama fyri kappróðurin at fylgja stóru og intensivu kappingini.
Í Fuglafirði var tað Havnarbáturin, sum vann og harvið varð tað javnt í FM kappingini millum Klaksvíking og Havnarbátin.
Í dag var tað Klaksvíkingur, sum allan teinin var fremstur og stýrdi kappingini.
Eina løtu var fjarstøðan aftur til hinar báðar – Norðing og Havnarbátin sum vóru heilt javnir – tað mesta av einari hálvari bátslongd, og soleiðis var tað eisini, tá ið teir fóru undir endaspurtin.
Í endaspurtinum munaðu tøkini hjá Havnarbátinum øgiliga væl, og tá ið teir báðir fremstu fóru um málið, var tað minni enn hálvur skutur frá Klaksvíkingi og aftur til Havnarbátin.
At kappingin er so tøtt leggur upp til, at tað verður stór kapping á vestanstevnu í Sørvági, og at FM heitið ikki verður vunnið fyrrenn á ólavsøku.
Avrikið hjá Norðingi í dag var so mikið gott, at tað kann væl vera, at Norðingur fer at eiga sín lut í, hvør fer at vinna FM – um tað verður Klaksvíkingur ella Havnarbáturin.
1 | Klaksvíkingur (KRF) | 04:23.40 | +00.00 | 7 | ||
2 | Havnarbáturin (HR) | 04:24.13 | +00.73 | 6 | ||
3 | Norðingur (NHR) | 04:25.37 | +01.97 | 5 |
1 | Klaksvíkingur (KRF) | 5 | 33 | ||
2 | Havnarbáturin (HR) | 5 | 32 | ||
3 | Norðingur (NHR) | 5 | 25 |