Umboðsmaðurin: Framferðin hjá Sumbiar kommunu ikki nøktandi

Løgtingsins Umboðsmaður hevur viðgjørt eina klagu um, at seyður gongur leysur í Sumbiar kommunu alt árið, hóast hann skal vera av bønum 15. mai.

Álit um handfaringina hjá Sumbiar kommunu av fráboðanum um leysan seyð í bygdini eftir 15. mai

 

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at seyður gongur leysur í Sumbiar kommunu alt árið, hóast hann skal vera av bønum 15. mai.

 

Sambært Hagalógini hevur seyður bitsrætt innangarðs á bønum í tíðarbilinum millum 25. oktober og 14. mai, og klagarin helt, at Sumbiar kommuna ikki gjørdi nokk fyri at loysa trupulleikan eftir 14. mai.

 

Leysgangandi djór eru fevnd av Hagalógini og Hegnsýnslógini og teimum kærumøguleikum, sum har eru. Sumbiar kommuna hevði tó gjørt samstarvsavtalu við Føroya Landfúta og harvið átikið sær leysgangandi djór sum eina kommunala uppgávu. Sambært samstarvsavtaluni skulu borgarar ringja til løgregluna, sum so setir seg í samband við aktingarmannin. Avtalan er galdandi frá 1. juni til 20. oktober á hvørjum ári, hvat seyði viðvíkur.

 

Klagarin segði seg hava meldað seyð til løgregluna minst 40 ferðir í tíðarskeiðnum frá 15. mai til 16. juni 2025. Kommunan upplýsti, at flestu uppringingar frá løgregluni til aktingarmannin høvdu verið í tíðarskeiðinum áðrenn 1. juni. Løgreglan hevði tó ringt nakrar ferðir til aktingarmannin eftir 1. juni. Sambært kommununi var eingin seyður upptikin summarið 2025, og tað sýntist vera úrslit av eini raðfesting hjá kommununi.

 

Umboðsmaðurin helt ikki framferðina hjá kommununi summarið 2025 vera nøktandi. Tá ið ein kommuna ger avtalu um upptøku av djórum, almannakunnger mannagongdina og lýsir hana fyri sínum borgarum, tá eigur kommunan, sambært góðum fyrisitingarsiði, at halda seg til avtaluna og raðfesta hareftir. Umboðsmaðurin mælti kommununi til at endurskoða teirra mannagongdir fyri leysgangangandi djór og síðani greitt geva borgarum boð um galdandi mannagongd og reglugerð. (LUM 25/13894)


Álitið í navnleysum líki kann lesast her