Klokkan 18.30 fer Alex Troleis at bríksla fyri fyrstu ferð í Klaksvík, har meistararnir í Víkingi eru gestir hjá FM favorittunum í KÍ, sum framvegis eru ósigraðir í ársins landskapping.
Hallur Hansson, René Shaki Joensen og Patrik Johannesen vórðu ikki boðsendir at vera á landsliðnum ímóti Kroatia og Gibraltar. Tá varð sagt, at teir vóru skaðadarvaðir, og at tað var neyðugt við hvíld.
Í kvøld eru teir allir millum teir fyrstu ellivu hjá Magnusi Powell. Tað er eitt sindur óvæntað. Í Sosialinum undan vikuskiftinum varð sagt, at René Shaki Joensen, sum hevur verið darvaður av skaða í lærkrikanum, og Patrik Johannesen, sum er darvaður av skaða í hælsinini, ikki vóru tøkir.
Hjá Víkingu eru tríggir av føstu monnunum leikbannaðir. Teir eru Atli Gregersen, Aron Janrskor Ellingsgaard og Ingi Jonhardsson. Bergur Gregersen, sum var skaddur í nógvar mánaðir, avloysir á vongverjanum í vinstru, og so eru Ingi Arngrímsson í miðverjuni og Arnór Brandsson á miðvøllinum ungir spælarar, sum ikki hava so nógvar royndir í bestu deildini.
KÍ – Víkingur kl. 18.30
Dómari: Alex Troleis
KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gaston Nicolas Tellechea, Daniel Johansen – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Jákup B. Andreasen, René Shaki Joensen – Páll A. Klettskarð, Patrik Johannesen
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Ingi Arngrímsson, Arnbjørn Svensson, Bergur Gregersen – Arnór Brandsson, Sølvi Vatnhamar, Ragnar Skála – Jákup Johansen, Jørgen Nielsen, Olaf Bárðarson