Góða gongdin hjá Áka D. Samuelsen í Ranheim í næstbestu norsku fótbóltsdeildini heldur fram.
Leygardagin skoraði Áki uppá eitt brotsspark hann vann liðnum, og hann legði eisini upp til eitt mál hjá Seydina Diop, tá Ranheim á heimavølli vann stórsigur 5-2 á Åsane. Í steðginum var Ranheim á odda 2-1. Áki legði upp til 3-1 málið hjá Ranheim, og økti sjálvur til 4-1.
Áki hevur í 20 dystum fyri Ranheim skorað sjey mál, og hann hevur lagt upp til fimm mál.
Áki hevur eisini gjørt tað framúr á føroyska U21-landsliðnum við tveimum málum og uppleggi til mál í trimum teimum fyrstu dystunum, ið Føroyar hava vunnið á Estlandi, Íslandi og Luksemborg.
Fyri góða avrikið móti Åsane er Áki valdur á vikuliðið hjá OBOS-liguni:
##med2##
HER ber til frá norska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum Ranheim-Åsane 5-2 (2-1), har Áki bæði skoraði og legði upp til mál:
##med3##