Mattias byrjar inni fyri FC Fredericia

Klokkan 18 verður grannauppgerð móti Vejle

Mattias H. Lamhauge, ið stóð sum ein brandur í føroyska málinum móti Gibraltar og Kroatia, og sum hevur staðið væl í fýra dystum í superliguni fær nú løn fyri góð avrik.

 

Hann sleppur at verja málið hjá FC Fredericia í superliguni í kvøld klokkan 18.

 

Á skránni er grannauppgerð móti Vejle, so har verður fullsett.

 

Enski Etienne Green, ið slapp at verja málið hjá Fredericia bert fýra dagar eftir at vera lendur í Danmark, er á beinkinum.

 

Etienne Green lat fýra mál inn í 1-4 tapinum fyri AGF í Aarhus. Og hann fekk beinleiðis reytt í dysti í steypakappingini móti 6. deildarliðnum, Tune IF.

 

##med2##