Í farna umfarinum mátti Sandnes ULF klára seg uttan føroyska liðskiparan, Gullbrand í Horni Øregaard. Tað gekk illa, tí Sandnes tapti á útivølli 2-3 fyri Træff.
I dag var Gullbrandur aftur liðskipari, tá Sandnes á Øster Hus leikvøllinum í Sandnes vann stórsigur 5-0 á Brann Bergen 2.
Ole Sundhot skoraði hattrick. Hann hevur higartil skotið 20 mál. Jonas Aune og Kevin Johnsen skutu hini málini hjá Sandnes,
Sandnes er fremst í bólki 1 í triðbestu deildini við 41 stigum. Sotra er næstfremst við 39 stigum. Uppflytingarstríðið stendur millum hesi bæði liðini. Nummar eitt flytur beinleiðis upp í næstbestu deildina, og nummar tvey spælir dystir um uppflyting.
Seks umfør eru eftir at leika. Komandi leygardag klokkan 15 spælir Sandnes dyst á útivølli móti Flekkerøy.