Frælsur ítróttur fyri børn og ung (9–14 ár)

Tíðindaskriv:

 

Í vetur bjóða vit børnum og ungum í aldrinum 9 til uml. 14 ár at byrja til frælsan ítrótt á einum byrjunarliði. Byrjað verður mikudagin 17. September.

 

Liðið er væl egnað til tey, sum vanliga ganga til aðrar ítróttargreinar og vilja royna frælsan ítrótt, men eisini til tey, sum ikki hava gingið til ítrótt fyrr.

 

Venjingin verður eina ferð um vikuna, mikudagar kl. 18:00–19:30. Venjari verður Bogi Lenvig. Venjingin verður skipað eftir veðrinum, men dentur verður lagdur á tekniska venjing innan frælsan ítrótt og almenna rørsluvenjing.

 

Dømi um venjing:

 

  • Upphiting: Renning: 3 rundir á Tórsbreyt (uml. 1200 m) Uml. 15 min av øðrum upphitingarvenjingum
  • Rørsluvenjing: Uml. 30 min
  • Teknisk venjing: Uml. 30 min við t.d. longdarlopi, spjótkasti, sprintstartum og renniteknikki

 

Kom við og royn frælsan ítrótt!

 

Tú fært møguleika at røra teg, læra nýggjar teknikkir og hava tað stuttligt saman við øðrum. Tað er eingin krav um royndir – bara hug at royna og vera við! Vit gleða okkum at síggja teg á Tórsbreyt!

 

Tilmelda við at senda ein teldupost til bogile(at)gmail.com við navni, aldri og møguliga hvørjar royndir tit hava av øðrum.