Sjónám: Fullsett høll um trygd og trivnað á sjónum

- Vit staðfestu breiða semju um, at tørvur er á at raðfesta trygd á sjónum hægri. Hetta krevur tætt samstarv um alt sjóvinnuøkið, sigur Brandur H. í Funningsstovu, leiðari á Sjónámi

Fríggjadagin hin 12. september var fullsett í høllini á Hilton Garden Inn, tá altjóða maritima leiðsluráðstevnan um trygd og trivnað varð hildin.

 

Ráðstevnan varð fyriskipað í sambandi við, at Sjónám var vertur fyri árliga fundinum hjá IASST (International Association for Safety and Survival Training), sum Sjónám er limur í. 

 

- Á skrá vóru fleiri áhugaverdar framløgur um trygd og trivna úr ymiskum sjónarhornum, og afturmeldingarnar frá luttakarum hava verið framúr góðar.

 

Tað siga tey á Sjónnám í tíðindaskrivi, sum tey hava sent okkum saman við fleiri myndum frá ráðstevnuni.

 

Høvuðspunktið á tiltakinum var verkstovan “Sjónám-Agora”, har operationell trygd umborð varð viðgjørd. 

 

Frásøgn/viðmerkingar vórðu orðaðar í ymisku arbeiðsbólkunum, og fyrireikararnir arbeiða nú við at savna og reinskriva hesar.

 

- Vit staðfestu breiða semju um, at tørvur er á at raðfesta trygd á sjónum hægri. Hetta krevur tætt samstarv um alt sjóvinnuøkið, men tíverri taka ikki allir partar lutt.

 

Soleiðis sigur Brandur H. í Funningsstovu, leiðari á Sjónámi.

 

Hann visir á, at ein felags niðurstøða, ið lýsir trygdarstøðuna umborð í dag og um, hvussu hon kann betrast, verður væntandi klár innan tvær vikur.

 

- Felags niðurstøðan verður send luttakarunum; hon verður eisini løgd á heimasíðuna og send miðlunum, sigur leiðarin á Sjónámi.

 

Sjónám vil nýta høvið at takka sponsorum hjartaliga fyri teirra týðandi íkast, sum gjørdi tiltakið trygd og trivnað møguligt.

 

Her niðanfyri eru nakrar myndir frá altjóða maritimu leiðsluráðstevnuni um trygd og trivnað, sum varð hildin í høllini á Hilton Garden Inn seinasta fríggjadag.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##