Fyrrverandi forsætisráðharrin fyri danska Javnaðarflokkin, Poul Nyrup Rasmussen, og blokkfloytuspælarin Michala Petri eru nú par.
Hesum boða tey frá í felags fráboðan til Ritzau.
- Jú, saman hava vit funnið kærleikan. Vit koma úr ymiskum heimum, men hava felags lívsáskoðan, felags tónleikagleði og felags ynski um at gera nakað, sum røkkur út um okkum sjálvi. Samanumtikið eru vit nærum glað, siga tey í fráboðanini.
Poul Nyrup Rasmussen var giftur við fyrrverandi ráðfrúuni Lone Dybkjær, sum doyði av krabbameini í 2020. Tey bæði vóru gift í 26 ár.
Poul Nyrup Rasmussen sigur í poddvarpinum " Peter og profeterne", at hann møtti kærleikanum aftur fyri trimum til fýra mánaðum síðani. Hetta skrivaði DR týsdagin.
Tað kom tó ikki fram, hvør tann útvalda var.
- Kærleikin byrjar, tá tú følir, at tú ert forelskaður, eins og eg eri - trúgv mær - beint nú, sigur 82 ára gamli fyrrverandi topppolitikarin í sendingini sambært DR.
Michala Petri er ein heimskendur blokkfloytuspælari, sum síðan debut í 1969 hevur givið fleiri enn 5.000 konsertir og innspælt yvir 80 fløgur.
Hon er fødd í 1958 og er dóttir violinleikara og klaverleikara. Og hon er eisini kend í Føroyum, har pápi hennara, Kanny Sambleben, búði í mong ár. Eisini hevur hon mangan havt konsertir í Føroyum.
Frá 1992 til 2010 var hon gift við guitarleikaranum Lars Hannibal, sum hon eigur tvey børn saman við.
Poul Nyrup Rasmussen átti eina dóttur, Signe, sum hann átti við fyrstu konu síni, Helle Mollerup. Signe doyði í 1993.
Poul Nyrup Rasmussen var forsætisráðharri í Danmark frá 1993 til 2001. Í 2004 varð hann valdur í Evropatingið, har hann sat í fimm ár.
Síðani hevur hann stovnað samtalutænastuna headspace, har ung millum 12 og 25 ár kunnu fáa ókeypis ráðgeving fyri at fáa betri sálarliga vælveru
Hann hevur eisini skrivað fleiri minnisrit. Michala Petri hevur eisini skrivað eitt minnisrit, "Livet og musikken", sum kom út í 2024.
/Ritzau/