DR: Danmark verður verandi í Eurovision

DR fer ikki at taka Danmark úr Eurovision næsta ár.

Tað upplýsa DR Nyheder.

Fráboðanin kemur eftir at fleiri lond hava boðað frá, at tey boykotta sangkappingina, um Ísrael luttekur.

Gustav Lützhøft, sum er leiðandi redaktionssjefur á DR Kultur, Debat og Musik, greiðir tó frá, at danska luttøkan kemur við fleiri treytum.

- DR stuðlar ESC (Eurovision, red.) sum eitt mentanarligt tiltak, sum hevur savnað tjóðir gjøgnum tónleik síðan miðskeiðis í 1950-árunum, sigur hann.

- Okkara luttøka er treytað av, at tað framhaldandi er ein sterkur altjóða felagsskapur kring sangkappingina, at trygdin er í lagi, og at ópolitiskir karmar eru kring kappingina.

 

/Ritzau/