Tá konan fann Bjørn Borg lívleysan

- Tað, sum hendi, var, at eg hevði eina hættisliga samanseting av rúsevnum, tablettum og rúsdrekka í kroppinum, sum fekk meg at missa vitið, sigur tennisúrmælingurin

 

Í sjálvsævisøgu, sum svenski tennisúrmælingurin, Bjørn Borg, gevur út, avdúkar hann, at hann hevur havt trupulleikar við rúsevnum.

 

Her viðgongur hann, tá hann umøður nýtslu av rúsevnum, at kona hansara einaferð fann hann lívleysan av ovurnýtslu av kokaini.

 

Sjálvsævisøgan hjá Bjørn Borg kallast "Hjartasláttur" og um hendingina, tá konan ikki fekk lív í hann aftur, sigur hann soleiðis:

 

- Tað, sum hendi, var, at eg hevði eina hættisliga samanseting av rúsevnum, tablettum og rúsdrekka í kroppinum, sum fekk meg at missa vitið.

 

Svenska ávísin,  Expressen, vísir á, at miðlarnir í sínari tíð skrivaðu um eina sjálvmorðsroynd.

 

- Men, í sjálvsævisøguni avsannar Bjørn Borg, at talan var um eina sjálvmorðsoynd, men heldur eina yvirdosis og eitt neyðarróp, skrivar Expressen.