Tað er tingmaðurin hjá Sambandsflokkinum, Johan Dahl, sum í einum grein 52a fyrispurningi hevur spurt Jóhan Christiansen, landsstýrismann í samferðslumálum um Dalstunnilin.
Ítøkiliga spyr Johan Dahl soleiðis:
1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvussu tær 28 mió. kr., sum á vári 2025 vórðu játtaðar til liðugtgerð av Dalstunlinum, skulu brúkast, og hvussu nógv av hesari játtan er brúkt pr. 15. september 2025?
2. Kann væntast, at tað verður biðið um enn eina eykajáttan í ár?
3. Hvat av arbeiðinum, ið eftir er at gera fyri at fáa tunnilin liðugtgjørdan, er ikki boðið út enn, og nær verður hetta væntandi boðið út?
4. Nær verður væntað, at Dalstunnilin kann takast í nýtslu?
Í viðmerking til fyrispurningin vísir Johan Dahl á, at í apríl mánaði 2025 varð ein eykajáttan á 28 mió. kr. samtykt til Dalstunnilin, fyri at tryggja, at verkætlanin kundi gerast liðug, ætlandi í ár.
– Tað er tó nú ikki greitt, nær arbeiðið verður liðugt, hvussu hesin peningur nágreiniliga er ætlaður at verða nýttur, og hvør støðan er við brúkinum av játtanini.
– Ein slík kunning er av stórum týdningi, bæði fyri at tryggja gjøgnumskygni í arbeiðinum og fyri at geva almenninginum og ikki minst teimum, sum fara at brúka tunnilin dagliga, eina greiða mynd av, nær Dalstunnilin kann verða tikin í nýtslu, sigur Johan Dahl.
Landsstýrismaðurin hevur nú tvær vikur.