Natasja Hammer og liðfelagarnir í Haukum eru nú bert ein dyst frá at røkka steypafinaluni í Íslandi.
Í fjórðingsfinaluni sum var leikt í kvøld vunnu Haukar stórsigur 34-22 á Víkingi. Í steðginum vóru Haukar á odda 18-12.
Víkingur megnaði at minka munin niður í 21-24, men seinastu løtuna var munurin øktur aftur.
Natasja Hammer skoraði fýra mál fyri Haukar í kvøld.
Haukar spæla hálvfinalu í steypakappingini 15. mars.