Sambært nýggju kanningini verður mett, at stress í gerandisdegnum er ein stórur trupulleiki fyri 30 % av íbúgvunum í einum miðalstórum býi. Heili 84 % vístu tó á, at tað at vera út í náttúruni alt fyri eitt fekk tey at slappa meir av. Av øðrum góðum mátum at forða fyri stress nevndu tey ein spákitúr í parkini, luktin av nýslignum grasi og ljóðið av fuglasangi.
Oftast nevndu orsøkirnar til stress vóru ferðslan á veg til arbeiðis, sjálvt arbeiðið og at koma upp úr songini.
Larmur tykist eisini at vera ein afturvendandi trupulleiki, hjá teimum, ið oftast kenna seg stressaði. Út við ein fjórðingur av íbúgvunum í London hava ikki upplivað ein løtu uttan larm og óljóð seinastu seks mánaðirnar.
Samstundis vísir kanningin, at bara 19% av teimum, sum búgva á bygd, uppliva stress regluliga.
Sambært hagtølum arbeiða bretar umleið ein heilan arbeiðsdag í yvirtíð um vikuna. Hetta meta tey, ið hava gjørt kanningina, vera ein av fremstu orsøkunun til at fólk ikki hava høvi at vera úti í náttúruni og harvið fáa møguleika at slappa av eina løtu.
Best móti stress:
Havútsýni: 42 %
Túrur í parkini: 33 %
Hoyra fuglasang: 14 %
Luktur av
nýslignum grasi: 10 %
Kelda: BBC News Health