Hava bráðneyðugan tørv á 227 milliónum

Verður ikki munandi meiri peningur settur av til at røkja og dagføra landsvegakervið, kann støðan skjótt gerast so álvarslig, at vit missa tamarhaldið á støðuni, sigur stjórin á Landsverki

- Hendir onki heilt skjótt, kann støðan gerast so álvarslig, at vit missa tamarhaldið á støðuni.

Í tíðindunum á Rás2 í gjár, rópti Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, varskó.

Í fleiri ár hevur Landsverk víst á, at játtanin til at halda landsvegakervið, er alt ov lág.

Í veruleikanum hevur játtanin næstan staðið í stað síðani í 1996 og tað hevur verið eitt stórt bakkast fyri arbeiðið at halda landsvegakervið.

Men síðani 1996 eru prísirnir nógv hækkaðir, umframt at ferðslan er nógv vaksin og sostatt eisini slitið. Samanumtikið er játtanin í dag av tí sama ikki verd meiri enn 60% av játtanini í 1996.

- Og tá var hon lá, staðfestir Oyvindur Brimnes í tíðindunum á Rás2.


Støðan álvarlig

Hann sigur, at síðsta heyst fekk Landsverk útlendskar serfrøðingar at kanna støðuna og at gera eina frágreiðing um standin.

Niðurstøðan av kanningini er, at støðan er sera álvarslig.

Hvat tunlum viðvíkur, er bráðneyðugur tørvur á 187 milliónum krónum til vanliga røkt og her verður bara hugsað um at tryggja tunlarnar.

Viðvíkjandi brúm, er tørvur 40 milliónir krónur til samans tey næstu trý árini og sostatt er bráðneyðugur tørvur á 227 milliónum tey næstu fáu árini.

Men her er ikki eru ljós og trygdarútbúnaður til tunlarnar ikki við, tí tað kostar einar 150 milliónir krónur afturat.

- Tilsamans er sostatt tørvur á 377 milliónum krónum til røkt og dagføringar tey næstu árini.

- Verður peningur ikki settur av til hetta endamál beinan vegin, fær hettar óhepnar avleiðingar.

Í besta føri verða framtíðar umvælingar nógv dýrari enn neyðugt. Men hinvegin kann støðan eisini skjótt gerast so álvarslig, at missa tamarhaldið á henni.

Samgongan sigur, at fyri at fáa hetta arbeiðið í gongd verður neyðugt at játta seks milliónir krónur til endamálið á fíggjarlógini í ár, men tey næstu árini verður neyðugt við eini munandi hægri játtan.

Sjálvur vónar Landsverk, at játtanin verður tað tvífaldað næsta ár.

Hinvegin staðfestir Landsverk, at summar verkætlanir verða lagdar uttanfyri játtanina til tað vanligu røktina, eitt nú arbeiðið upp á Norðskálatunnilin, Leynartunnilin og brúgvin um Streymin.


Ferðslutrygdin í vanda

Í eini frágreiðing, sum Landsverk sendi fíggjarnevndini hjá Løgtinginum í fjør, staðfestir hann, at støðan er ikki beinleiðis hættislig sum er.

Men verður ikki meiri peningur settur av at halda vegakervið fyri, kann støðan skjótt gerast hættislig, leggur hann afturat.

- Tað er ein royndur lutur, at tað er bæði betri og bíligari at røkja ferðslukervið, enn at umvæla tað, tá skaðin er hendur. Vit kunnu samanbera tað við at koyra í einum bili í áravís og ongantíð skifta olju: Fyrr ella seinni gongur motororin fyri, sigur Oyvindur Brimnes.

Hann sigur, at tað eru serliga tær umleið 300 brúgvarnar í Føroyum ið verða forsømdar.

- Brúgvarnar eru ikki í so vánaligum standi, at vandi er fyri, at onkur kann brotna her og nú, men heldur hendan gongdin fram, kunnu vit koma í ta støðuna, skrivaði hann til fíggjarnevndina.

Men samstundis verður ljós lagt í fleiri og fleiri tunlar og eisini tað drenar játtanina til hald og røkt, tí tað krevur ikki bara umvælingar, men eisini skal elrokningin rindast av somu pengum.

Samstundis avsannar hann staðiliga søgurnar um, at brúgvin um Streymin skal vera í so vánaligum standi, at tveir fulllastaðir trailarar ikki mugu møtast á henni

- Hetta er tann reinur heilaspuni, tí brúgvin er bygd til at tola fleiri ferðir ta vekt, sum kann vera á henni samstundis, so har er ongin vandi á ferð, legði Oyvindur Brimnes dent á í samrøðu við Sosialin í heyst.