Hava einki merkt

Á venjingarskúlanum í Havn siga tey seg einki hava merkt tilherdu krøvini, sum eru til miðnámsskúlaumsøkjarar. ? Eg veit bert um ein av okkara næmingum, sum er komin á bíðilista, sigur Niels Nattestad, stjóri á venjingarskúlanum í Havn

Spurdur, um hvussu stóran týdning miðaltalið, sum miðnámsskúlarnir seta sum upptøkutreyt, hevur á næmingarnar í fólkaskúlanum, svarar Niels Nattestad, at tað ikki hevur nakran týdning á Venjingarskúlanum.
? Miðaltalið er nakað, sum studentaskúlarnir seta á. Vit vita ikki hvussu høgt ella lágt tað er. Vit hava hoyrt í fjølmiðlunum, at tað er hækkað í ár, men tað er ikki nakáð, sum vit frætta um, sigur Niels Nattestad.
Hann sigur, at hann sum skúlastjóri ikki hevur merkt nakað til kjakið um miðnámsskúlarnar á næmingunum.
? Eg havi verið inni í onkrum av flokkunum í framhaldsdeildini, og teir næmingarnir eru teir flestu slopnir inn, sum hava søkt. Ein var komin á bíðilista, sigur hann.
Hann ger tó greitt, at hann bert hevur spurt um,hvussu nógv eru sloppin inn á studentaskúlin. 8 næmingar úr 10. flokki og 3 úr 9. flokki.
? Fleiri hava so eisini søkt á Handilsskúlan og á Tekniska skúla, og eg veit einki um, hvussu nógv av teimum eru sloppin inn. Men vit hava so ikki merkt nakra serliga misnøgd, greiðir hann frá.
? Enn hava vit ikki merkt nakað, men nú fáa vit at síggja hvussu verður, sigur stjórin á Venjingarskúlanum at enda.