Tá In.fo í dag skifti orð við Óla Jákup úr Dímun, riggaði hann til at fara út til Dímunar at hjálpa til við slakti og øðrum, sum nú stundar til.
Tað er dóttirin, Eva úr Dímun, sum er festari í oynni, og seinastu sjey árini hevur Óla Jákup sjálvur arbeitt hjá trolvirkinum, Vónini.
- Eg plagi at taka frí um hesa tíðina, og tað dámar mær ógvuliga væl. Kanska verður tað eisini onkur túrur eftir lírum, nú vertíðin er, sigur hann.
Óla Jákup úr Dímun sigur, at teir higartil hava verið eftir lírum tvey kvøld í Dímun, og hesi bæði kvøldini eydnaðust væl. Annað kvøldið fingu teir 80 og hitt kvøldið 50 - ella 130 lírar tilsamans.
- Tað er lutfalsliga nýtt at taka líra við lykt á kvøldi í Stóru Dímun. Fyri eini 25-30 árum síðan fingu vit lítið og einki. So, er spurningurin, um skrápurin er mentur - ella, um vit kanska eru farnir avstað ov tíðliga.
Hann sigur, at teir í sínari tíð hildu tað vera eitt sindur løgið, at lítil og eingin líri var at fáa, tí teir hoyrdu skráp, sum er vaksni fuglurin - og lírin er ungin.
- Seinnu árini, tá vit hava gjørt nakrar royndir, hevur tað bara ligið væl fyri, sigur Óla Jákup úr Dímun, sum tó leggur dent á, at teir hava valt bara at taka eitt avmarkað tal av fugli.