Fimm mánaðir eftir, at fyrstu koppsetingarnar vórðu gjørdar ímóti covid-19, eru meira enn ein milliard skamtar givnir.
Tað skrivar tíðindastovan AFP, sum hevur gjørt eina samanteljing við upplýsingum frá almennum myndugleikum kring heimin.
Sambært AFP hava 207 lond latið ein góða milliard skamtar. Meira enn helmingurin av hesum skamtum eru givnir í heimsins fólkaríkastu londum – USA (225 milliónir skamtar), Kina (216 milliónir skamtar) og India (138 milliónir skamtar).
Ísrael er tað landið, sum hevur koppsett størsta partin av sínum íbúgvum. Nú eru 6 av hvørjum 10 ísraelum liðugt koppsettir.
Í Europeiska Samveldinum (ES) eru 128 milliónir skamtar givnir fólki, og tað hevur við sær, at ein fimtapartur av fólkinum er koppsettur. Malta er komið longst av ES-londunum, og har hava tey koppsett 47 prosent av fólkinum. Síðani koma Ungarn, Týskland, Spania, Frakland og Italia. Í Føroyum eru 10 prosent av fólkinum liðugt koppsett.
AFP skrivar, at seinasta mánaðin er ferðin á koppsetingini tvífaldað.