- Hava gott tak á VÍF

Tróndur Kragesten var ein glaður maður eftir sigur á VÍF leygardagin. Hann staðfesti, at Neistin hevur havt eitt gott taka á VÍF í ár.

- Vit hava havt eitt gott tak á VÍF í ár í heila tikið. Síðsta dyst kiksaði ordiliga hjá okkum, eftir at vit vóru frammanfyri við átta málum, men í dag haldi eg, at vit vóru meira kaldir, kanska tí vit ikki hava tað stóra at spæla fyri. Samanumtikið haldi eg, at VÍF fær ikki sítt spæl at koyra í dag, meðan okkara flýtur rættiliga væl, og so hava vit rættiliga lætt við at fáa mál í dag, segði Tróndur Kragesten eftir dystin.