Hava havt øgiliga nógv stríð av fullum fólki í nátt

Ein maður var so fullur, at hann slapp ikki við flogfarinum úr Vágum og løgreglan hevur fleiri ferðir lagt upp í bardagar

 

 

Nógva staðni hava tey sligið tunnu í gjár og sostatt var rættiliga nógv fólk í býnum í nátt. Og  løgreglan sigur, at býarlívið hevur eisini verið týðiliga merkt av, at nógv fólk hava verið full í nátt.

Í hesum sambandi hevur løgreglan havt nógv stríð av fullum fólki, bæði at skilja fólk sundur, sum hava havt hug at berjast, og at hjálpa fólki, sum eru komin illa fyri tí at tey hava ikki klárað seg sjálvi.

Og í tí eina førinum spyrst kanska ein sak um harðskap burturúr.

 Um tað hevði nakað við tunnusláttur at gera, skal vera óvist, men í gjárkvøldið sendu tey á Flogvøllinum í Vágum, boð eftir løgregluni. Talan var um ein útlendskan ferðamaður, sum skuldi av landinum við flogfari. Men hann var so drukkin, at tey vildu ikki hava hann við flogfarinum av trygdarávum.

Løgreglan var eftir manninum og tey fingu hann á eitt hotell í Havn, har hann so hevur gist í nátt – fyri egnu rokning.

Men í nátt er løgreglan eisini fleiri ferðir, boðsend á skeinkistøð og matsølur, bæði í Havn og í Klaksvík, tí fólk hava verið ólátað og hava havt hug at berjast.

Tað var einar seks sjey ferðir í nátt, at boð vóru eftir løgregluni í slíkum ørindum, men hvørja ferð eydnaðist at tosa partarnar til sættis aftur.

Í nøkrum førum varð onkur burturvístur fyri at fáa frið í lag, og onkran av teimum koyrdi løgreglan eisini til húsar fyri at forða fyri at viðkomandi elvdi til meiri stríð.

Í tí eina førinum segði ein maður, at hann varð sligin og hann varð sendur á skaðastovuna at fáa læknarnar at skjalfesta um hann hevði fingið nakran skaða.

Viðkomandi skal so á løgreglustøðina seinni í dag at greiða frá tí, sum hendi, so enn veit løgreglan ikki um ein sak um harðskap verður reist í kjalarvørrinum á hesum.

Í nátt kom løgreglan eisini fram á ein mann, sum lá avdottin úti á berajólum í Havn, men var so kaldur, at boð vórðu send eftir sjúkabili. Manningin á sjúkrabilinum fekk varma í hann aftur og so koyrdi løgreglan hann til húsar.

Mitt í nátt varð ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning í Havn, so hann mátti lata bilin standa og finna sær annan fart heim aftur – og tað var langt, tí hann var av bygd.

 

Í gjárkvøldið var eisini eitt ferðsluóhapp Millum Fjarða, har ein bilførari misti tamarhaldið á bilinum í hálku og fór út av. Bilurin fekk so mikið at skaða, at hann kundi ikki koyra sjálvur av staðnum. Tvey fólk vóru í bilinum, men tey fingu ikki mein í óhappinum.

 Og í gjárkvøldið varð eisini boðað frá, at onkur hevði gjørt herverk á ein stuttleikabát, sum lá í bátahylinum á Argjum. Nú tað er vorðið ljóst aftur verður farið at kanna bátin fyri at staðfesta, hvørjir skaðar eru hendir.