Síðsta nátt hevur verið ein av teimum friðarligasstu vikuskiftisnáttunum hjá løgregluni í langa tíð. Løgreglan sigur, at tað hevur verið ølingur við heglingi í nátt, og um tað er orsøkin, vita tey ikki, men tað hevur so púra einki fólk verið í býnum í nátt, so sostatt hevur tað verið so friðarligt hjá teimum, sum sjáldan áður
Tó hevur løgreglan eisini verið á ferð og kanna ferðsluna. Hesa ferð var endamálið fyrst og fremst at kanna um lyktirnar vóru eftir forskriftunum og í hesum sambandi fingu fýra bilførarar bót fyri lyktafeilir.