Hava havt tíggju ríkisumboð síðan 1948

Dan M.  Knudsen boðið herfyri frá, at hann fer úr starvinum sum ríkisumboð í Føroyum og skal framyvir starvast í danska forsætismálaráðnum.

 

Dan Michael Knudsen var 10. umboðið hjá danska ríkinum í Føroyum, síðan skipanin vð ríkisumboði kom í gildið við heimastýrislógini í 1948.

 

Við heimastýrislógini, sum staðfesti støðu føroya í ríkinum, bleiv gamla skipanin við donskum amtmanni í Føroyum tikin av og ríkisumboð kom í staðin. Ríkisumboðið hevur minnið vald enn amtmaðurin hevði, men hóast tað, so er ríkisumboðið er ovasta umboð ríkisins í Føroyum og fyristøðumaður fyri ríkisins umsiting í Føroyum. Ríkisumboðið hevur atgongu til Løgtingið og til at luttaka í samráðingum um øll felagsmál, tó uttan at hava atkvøðurætt. Ríkisumboðið skal beinan vegin fáa boð um samtyktir, sum gjørdar verða av Løgtinginum ella landsstýrinum, eins og hann beinan vegin skal fáa eintøk av løgtingslógum og øðrum av føroyska heimastýrinum gjørdum ásetanum.

 

Ríkisumboð síðan 1948:

 

Dan M. Knudsen: 2008-2017
Søren Christensen: 2005-2008
Birgit Kleis: 2001-2005
Vibeke Larsen: 1995-2001
Bent Klinte: 1988-1995
Niels Bentsen: 1981-1988
Leif Groth: 1972-1981
Mogens Wahl: 1961-1972
Niels Elkær Hansen: 1954-1961
Cai A. Vagn-Hansen: 1948-1954.

 

Cai A. Vagn-Hansen var samstundis seinasti amtmaður í Føroyum. Hann sat sum amtmaður frá 1945-1948.