Hava ikki mist tamarhaldið á Landssjukrahúsinum

Tað er rætt, at sjúkrasystrarnar fingu 1,8 starvsfólk afturat, men bara í eitt hálvt ár og tað kann væl henda seg, at tær missa tað aftur, sigur Marin Vang, røktarfakligur stjóri á Landssjúkrahúsinum

Landssjúkrahúsið

? Vit hava ikki mist tamarhaldið á Landssjúkrahúsinum. Men tað er fryktandi fyri, at aðrar deildir á Landssjúkrahúsinum fara at brúka sama framferðarhótt sum sjúkrasystrarnar á B 6 fyri at fáa leiðsluna at ganga ymsum krøvum á møti.
Men hon vónar tað ikki, tí so fær Landssjúkrahúsið ein álvarsligan trupulleika.
Marin Vang, røktarfakligur leiðari á Landssjúkrahúsinum, heldur ikki, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum er í ferð við at missa tamarhaldið á støðuni, soleiðis sum Jóan Petur Davidsen, leiðandi yvirlækni á skurðdeildini stúrir fyri í grein aðrastaðni í blaðnum í dag.
Hon vil ikki gera stórvegis viðmerkingar til sjónarmiðini hjá Jóan Petur Davidsen, fyrrenn hon hevur lisið greinina.
? Men í stuttari viðmerking sigur hon annars, at sjálvsagt er tað rætt, at sjúkrasystrarnar á B 6 hava fingið 1,8 starv afturat.
? Men tað er ikki meiri enn helvtin av tí, tær kravdu upprunaliga.
Marin Vang leggur eisini dent á, at tað 1,8 starvið, sum er sett afturat á B 6, er einans sett í eitt hálvt ár.
? Tí er tað ikki heilt rætt at siga, at starvið er sett afturat. Starvið er einans sett í eitt hálvt ár, til bygnaðurin á deildini er kannaður og tað er tað, sum hevur stóran týdning í hesum málið.
Tá ið bygnaðarbroytingarnar eru gjørdar, kann tað henda, at tær missa starvið aftur.
?Tað, vit vóna at fáa burturúr, er at fáa eina nágreiniliga lýsing av, hvør tørvurin er, og, hvussu uppgávurnar skulu býtast.
Játtanin, sum B 6 hevur fingið afturat, er góðar 200.000 krónur.
? Vit hava ikki tikið støðu til, hvaðani peningurin skal takast. Vit hava heldur ikki gjørt av, um vit fara at biðja um eykajáttan til endamálið.
Marin Vang væntar tó ikki, at leiðslan fer at biðja um eykajáttan til tað 1,8 starvið, sum er sett afturat á B 6.Vit hava heldur ikki gjørt av, um vit fara at biðja um eykajáttan,
Marin Vang væntar tó ikki, at leiðslan fer at biðja um eykajáttan til tað 1,8 starvið, sum er sett afturat á B 6
? Tað merkir so, at vit skulu finna peninginum frá onkrum øðrum øki á Landssjúkrahúsinum, har tað sostatt skal skarvast av og tað er hetta, sum hevur ligið í kortunum higartil, sigur hon.