Heidi Bech hevur verið í starvsvenjing á Hotel Haf-nia, og tað dámdi henni væl.. Tað var eitt sindur annaðleiðis, enn hon hevði ímyndað sær, men tað var sera hugtakandi. Tá ið vit spurdu hana, hví hon valdi Hafnia, svaraði hon, at hon vildi royna okkurt nýtt og spennandi.. Hon hevur ar-beitt í reseptiónini, á gong-ini og í matstovuni, har hon slapp at royna mangt og hvat. »Eg havi lært nógv hesa síðstu vikuna«, segði hon.
Í síðsta ár var hon á Suð-uroyar Sjúkrahúsið, og tað dámdi henni eisini væl, men tað var ikki so avbjóð-andi sum Hafnia. »Eg hevði gott kunnað hugsa mær at arbeitt her fast, arbeiðstíðin er sera lagalig, men nú fáa vit at síggja....«
Sera áhugavert
Linda Meyer hevur verið í starvsvenjing hjá Sjónvarp Føroya, og hóast hon hevur roynt tað fyrr, er tað sera áhugavert. Hon segði, at fólkini eru fitt og fyrikom-andi, og henni dámar væl. Ein av orsøkunum til, at hon valdi at fara til SvF aftur er, at hon er sera hugtikin av arbeiðinum har. »Eg hevði fegin vilja arbeitt her , men framtíðarætlanir mínar loyva tí ikki.«
Linda hevur tikið vox-pop upp til Gekkin, redigerað, verið við í Degi og Viku og Undirhúsinum, og ymiskt annað áhugavert.
Tutl er eitt gott arbeiðs-pláss
Vit hava eisini verið inni í Tutl og spurt Hjalta Grá-stein, sum er í starvsvenjing har, hví hann valdi Tutl til arbeiðspláss í tvær vikur. »Eg eri sera áhugaður í tón-leiki, og mær dámar væl at geva fólki ráð um tónleik. Eg hevði fegin arbeitt her fast; her er stuttligt at vera, tú møtir fólki og her eru góðar arbeiðsumstøður.« Hesa síðstu vikuna hevur Hjalti avgreitt viðskiftafólk, sett fløgur upp á pláss, svara telefonini og hjálpt Tutl at flyta.
»Í síðsta ár var eg hjá Poul Hansen heilsøluni á Tvøroyri, og har dámdi mær eisini væl, tað var minst líka stuttligt sum her.