Hava lagt hald á myndir og kykmyndir

Tá politiið handtók tey 14 Sea Shepherd fólkini í gjár, tóku teir eisini øll myndatólini frá teimum.

Tá politiið handtók tey 14 Sea Shepherd fólkini í gjár, tóku teir eisini øll myndatólini frá teimum.

Í tíðindaskrivi frá Sea Shepherd í kvøld sigur felagsskapurin, at politiið framvegis hevur øll dataini úr myndatólunum. Tað merkir, at tey ikki hava myndir og kykmyndir, sum hesi 14 fólkini hava tikið av grindini á Sandi í gjár.

– Sakførarar okkara eru í løtuni í ferð við at kanna, um vit fáa hesar myndir aftur, sigur Sea Shepherd í tíðindaskrivinum.

Politiið hevur eisini lagt hald á tríggjar bátar hjá Sea Shepherd. Av tí at manningin á bátunum ikki skal fyri rættin fyrr enn 25. september, hevur Sea Shepherd fingið at vita, at politiið hevur lagt hald á bátarnar í øllum førum til ta tíð. Teir eru prógv í málinum ímóti teimum átta fólkunum, sum skulu fyri rættin 25. september, hevur Sea Shepherd fingið at vita. Eisini hetta skulu sakførarar hjá Sea Shepherd kanna, sigur felagsskapurin í kvøld.