Tollararnir hjá Taks hava lagt hald á nógv meiri rúsevni higartil í ár, enn teir gjørdi í fjør.
Tað upplýsir Taks í morgun.
Í ár hevur Taks lagt hald á 17,1 kilo av hassji og tað er tvær ferðir so nógv sum fyri einum ári síðan.
Virðið á hassjinum er mett at vera 4,3 milliónir, sigur Taks.
Nøgdin á sterkari rúsevnum er eisini støðugt vaksandi. Í ár hevur tolleftirlitið tikið 1 kilo av amfetamini, 500 LSD-frímerkir, 45 gramm av MDMA og 50 gramm av kokaini.
Mett verður, at tilsamans kundu rúsevnini verðið seld fyri 5,8 milliónir krónur á svarta marknaðinum í Føroyum sigur Taks.