Hava lagt ræðandi ætlan fyri fólkaskúlan

Lærarafelagið hevur átalað, at umsitingin í Mentamálaráðnum av sínum eintingum hevur lagt eina fullfíggjaða ætlan um at avhenda fólkaskúlan til kommunurnar at umsita

Fólkaskúlin

Tað má aldrin henda, at fólkaskúlin verður lagdur undir kommunurnar at umsita.
Elsa Birgitta P. Petersen, formaður í Føroya Lærarafelag, er púra avgjørd í síni meining um, hvør skal umsita fólkaskúlan í Føroyum.
Men hon sigur, at tað liggur nevniliga ein fullfíggjað ætlan í Mentamálaráðnum fyri, hvussu fólkaskúlin kann avhendast til kommunurnar at umsita.
?Hetta er ein ætlan, sum út í æsir greinar, hvussu skúlin fult og heilt kann verða lagdur út til kommunurnar at umsita.
Enntá skal samráðingarrætturin um lønirnar hjá lærarunum leggjast undir kommunurnar.
Elsa Birgitta P. Petersen sigur, at hon er greið yvir, at hetta er ikki ein ætlan, sum landsstýrismaðurin í skúlamálum, Annlis Bjarkhamar, hevur biðið um.
Hon sigur, at tvørturímóti er tað ein spurningur um hetta er eitt arbeiðið, sum nakar av landsstýrismonnunum hava biðið um.
?Spurningurin er um hetta ikki er ein ætlan, sum embætisverkið í Mentamálaráðnum hevur gjørt av sínum eintingum, uttan at nakar landsstýrismaður hevur biðið um tað.
Formaðurin í Lærarafelagnum sigur, at hon hevur átalað hjá Annlis Bjarkhamar, at ein slík ætlan yvirhøvur er gjørd, serliga, tá ið hugsað verður um at ongin politiskur flokkur hevur tað í sini stevnuskrá, at kommunurnar skulu umsita skúlan og tað er heldur ikki í samgonguskjalinum.

Kommunur forða skúlunum at virka
Annars hevur tankin verður frammi av og á um, at tað er rættast, at kommunurnar skulu umsita skúlan.
? Men hendir tað, eru útlitini ræðandi og tað má undir ongum umstøðum henda. Tí hevur Lærarafelagið eisini langt síðani sett hælarnar í og tað fara vit at standa fast við, tí vit hava sett okkum fyri, at tað skal ikki henda.
Hon nevnir Viðareiðis Kommunu sum eitt talandi dømi.
?Har hendi tað, at Viðareiðiðs Skúli hevur ikki virkað til fulnar, tí kommunan hevur ikki viljað betalt 2.600 krónur fyri savnsrøktina.
?Hetta hevur onki við pening at gera. Tað er heldur ikki ein spurningur um prinsipp. Hetta er eitt dømi um hugburðin mótvegis skúlanum og lærarum yvirhøvur.
?Sostatt hevur tað borið til hjá Viðareiðis Kommuna at forða skúlanum í at virka eftir lógini og tað haldi eg er ógvuliga álvarsamt.
Formaðurin í Føroya Lærarafelag sigur, at tað skuldi helst verið so, at eitt barn kundi flutt úr einum skúla í annan, uttan at munur er á undirvísingini.
?Men verður skúlin lagdur undir kommunurnar at umsita, kann hetta ikki tryggjast at allir skúlar í landinum verða á sama støði. Tá fer tað at standa til eitthvørt tilvildarligt og skiftandi kommunustýri at gera av, hvussu skúlin verður raðfestir. Kommunustýri verða skift fjórðahvørt ár og tískil er tað so skjótt, at hugburðurin til skúlan kann broytast til tað betra - ella til tað verra.
?Dømi um Viðareiðis Kommunu fortelur okkum so mikið sum tað, at at kommunurnar mugu undir ongum umstøðum fáa ræðið á skúlanum, tí tá verður umsitingin av skúlanum púra tilvildarlig, alt eftir, hvør situr í kommununi.
? Tað er eisini stórur vandi fyri, at umisitingin av skúlanum verður tengdur at fíggjarligu støðuni hjá hvørjari einstakari kommunu. Fer tað at tátta í fíggjarliga hjá eini kommunu, vita vit at royndum, at skúlin og almannaverkið eru teir stovnarnir, sum verða teir fyrstu at merkja spariknívin.
Elsa Birgitta P. Petersen sigur, at tí hevur tað av størsta týdningi, at umsitingin av skúlanum verður verandi undir undir miðfyrisitingini.
?Annars verður vandin alt ov stórur fyri, at skúlarnir og tilboðini til næmingarnar verða ymisk, alt eftir, hvønn hugburð hvør einstøk kommuna, hevur, tí umframt fíggjarligar umstøður og hugburð, verður tað eisini altíð ymiskt, hvat tey ymsu kommunustýrini halda, hevur týdning fyri ein skúlan og um, hvussu skúlin skal vera.
?Tó skal viðmerkjast, at yvirhøvur raðfesta kommunurnar skúlarnar høgt, men tað eru meiri enn so undantøk og tað eru hesi undantøkini, vit ræðast.
?Eitt er at verða so nær brúkarunum sum gjørligt, men hetta er at fara ov nær og fyri at tryggja eina javntgóða undirvísing í øllum skúlum, er tað alneyðugt, at skúlin verður umsitin av miðfyrisitingini.





------------------------