Hava latið 150.000 krónur í Stuðuli

Ítróttur fyri børn við avbjóðingum, og ein sjónvarpsrøð, fáa stuðulin í ár

Síðan Posta gav tey fyrstu jólamerkini út í 1976, er ágóðin av søluni latin sum stuðul til tiltøk, sum eru til frama fyri børn og ung í Føroyum. Tað merkir, at hvørja ferð tú keypir jólamerki frá Posta, fer ágóðin til vælgerandi endamál. Nú er støða tikin til, at ágóðin frá jólamerkjasøluni í ár, verður eini føroyskari sjónvarpsrøð til børn, umframt til ítrott fyri børn við avbjóðingum. 

 

 

 

Barnasjónvarpsrøð um at vera menniskja

 

Í hesum sambandi letur Jólamerkjagrunnurin 100.000 krónur til føroysku sjónvarpsrøðina »Seks spurningar um at vera menniskja«,  sum Ævintýraferðin ger. Tað er tørvur á á dygdargóðum tilfari til føroysk børn á føroyskum, og tað hevur Ævintýraferðin sett seg fyri at bøta um. Jólamerkjagrunnurin leggur dent á, at sjónvarpsrøðin setur sjóneykuna á stóru spurningarnar í tilveruni á ein stuttligan og barnsligan hátt.

 

 

 

Ítróttur fyri børn við avbjóðingum

 

Somuleiðis fær Fimleikafelagið, Ljósið, 25.000 krónur í stuðuli. Stuðulin verður latin til Loppurnar, ið er einasta fimleikalið í Føroyum fyri rørslutarnað. Liðið arbeiðir miðvíst við at vera við í Special Olympics, sum verður í Danmark í vár. 

 

Harafturat fær Eydnudeild Føroya eisini 25.000 krónur í stuðuli. Eydnudeildin ein tann glaðasta hondboltdeildin fyri børn og ung ímillum 5-16 ár. Her er talan um børn við serligum tøvi og familjur teirra. Eydnudeildin leggur dent á ein góðan felagsskap rundanum hondbóltin.

 

Í Jólamerkjagrunninum eru Joel undir Leitinum, stjóri á Posta, formaður, Fróði Joensen, yvirlækni og Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum

 

 

 

##med2##

 

Loppurnar: Nena Jákupsdóttir, venjari og børn tóku ímóti kekkinum frá Jólamerkjagrunninum. Umboð frá Posta vóru Svanbjørg Manai og Joel undir Leitinum

 

 

 

##med3##

 

Ævintýraferðin: Jólamerkjagrunnurin, umboðað av Joel undir Leitinum og Svanbjørg Manai, handar Ævintýraferðini kekkin. Urd Johannesen, Tjóðhild Patursson og børn tóku ímóti.

 

 

 

##med4##

 

Eydnudeildin: Súsanna Eliassen fekk kekkin til Eydnudeildina frá Jólamerkjagrunninum. Vegna Jólamerkjagrunninum vóru umboð frá Posta, Svanbjørg Manai og Joel undir Leitinum.